Grindin í Hvalvík lagt beinini

Nakað fyri klokkan tvey legði ein grind beinini í Hvalvík. Enn er ikki talt upp, men talan var um 40 hval. Tað gekk væl at halda grindina til, um enn tað hevur gingið eitt sindur skjótari onkuntíð áður.


Sjálvur raksturin gekk eisini væl, men tað eydnaðist ongantíð at fáa ferð á grindina, sum tískil ikki fekst upp á sandin, og av tí sama gekk drápið eitt sindur seint fyri seg.


Umleið 40 bátar vóru við at reka grindina.


In.fo hevði fólk á staðnum og myndir frá rakstrinum og drápinum síggjast HER.