Í gjárkvøldið legði ein grind beinini í Trongisvági. Nú er liðugt at skifta og Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at 156 hvalir eru merktir.
Teir eru tilsamans upp á 897 skinn og tað verður býtt til alla Suðuroynna og har eru 4.317 partar.
Sýslumaðurin sigur, tá ið teir føstu partarnar til eru farnir av, verður hvør heimaparturin 0,2 skinn og seðlarnir koma út nú klokkan 12.30 á havnarlagnum á Drelnesi.