Í kvøld boðaði G! Festivalurin frá, at ársins høvuðsnavn, Lewis Capaldi, avlýsti sína framførslu vegna grindadrápini í Føroyum.
- Vit fingu boð frá honum fríggjadagin, um, at hann umhugsaði støðuna. Eftir at vit høvdu tosað við hann, og sent honum tilfar um grindadráp í Føroyum, lovaði at bíða og venda aftur leygardagin. Tá hendi sjálvandi tað óhepna, at grind var leygardagin, og ógvusligar myndir av blóðugum drápið komu á neti, sum hann síðani verður frámerktur í hvørja ferð, sigur Sigvør Laksá, stjóri fyri G! Festivalin.
Seinastu tveir mánaðirnar, hevur verið trupult at halda fast í Lewis Capaldi vegna tað trýstið, sum hann verður settur undir av fjepparum og hvalarættindafelagsskapum. Hvørja ferð eitt grindadráp hevur verið, verður hann koyrdur undir nýtt trýst.
- Hóast vit gera okkara besta at forklára, at grindadráp als ikki er, sum tað verður útlagt á netinum, er tað er trupult at greiða einum frá tí, sum ikki skilir tað. Myndirnar vísa seg at standa nógv sterkari enn sjónarmiðini, og summi hava enntá roynt at knýta myndir av einum blóðugum Gøtusandi saman við sjálvan G! Festivalin, sigur Sigvør.
Stjórin fyri G! Festivalin vónar, at hetta slagi av trýsti ikki førir fleiri avlýsingar við sær.
- Vit vóna, at tað ikki hendir við øðrum útlendskum listafólki framyvir. Tó hevur tað eydnast okkum at halda eitt positivt samskifti við Fat Boy Slim, sum vísir seg at vera øgiliga skiljandi fyri støðuni, og enntá hevur boðið seg at spæla longri enn avtalað, sigur Sigvør Laksá.