- Grøni profilurin hvørvur

- Grøni profilurin seinastu tvær seturnar hvørvur, og er farin at venda til høgru, sigur Marin Katrina Frýdal

Tórshavnar Kommuna viðger í hesum døgum fíggjarætlanina fyri komandi ár. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar Kommunu, hevur ikki tikið undir við fyrsta uppskotinum.

 

- Vit í Tjóðveldinum fara at koma við nøkrum broytingum til næsta býráðsfund, sigur hon.

 

Tað er serliga á náttúru- og umhvørvis økinum, at Marin Katrina Frýdal er ónøgd. Bæði hon og Jógvan Arge hava millum annað mælt býráðnum til at umhugsa spillvatnsætlan, løðistøðir til el-bilar, avlopshita frá sjóvarorku, men einki av hesum er sett á dagskrá.

 

- Ikki ein króna er sett av til hesar grønu verkætlanirnar í ár. Tann grøni leisturin, sum kommunan hevur havt tær seinastu tvær seturnar, er broyttur. Kósin vendir – hon høgravendir, tíverri, sigur Marin Katrina Frýdal um niðurraðfestingina av grønu verkætlanunum.

 

Aðrir býráðslimir hava ført fram ta sjónarmiðið, at SEV varðar av orkuni, men hesum er Marin Katrina als ikki samd í.

 

- Tað er ikki eitt haldgott sjónarmið, at tíðin ikki er búgvin, ella at SEV stendur einsamalt við ábyrgdini at seta í verk grønar verkætlanir. Tað eru væl kommunurnar, sum hava ábyrgd av SEV, sigur Marin Katrina Frýdal.

 

Trýst pílin undir myndini og hoyr Marin Katrinu Frýdal greiða frá