Tað kunnu ganga mánaðir, áðrenn tey í Stórabretlandi verða til reiðar at samráðast við Grønland um eina fríhandilsavtalu. Tað sigur topp embætismaður í Grønlandi, Mininnguaq Kleist, leiðari fyri grønlensku ES-umboðanina í Brüxells.
Sermitsiaq skrivar, at enn vilja bretar ikki "dansa" saman við grønlendingum, og Grønland er hugsandi langt niðri á listanum yvir lond, sum Bretland hevur áhuga fyri at gera fríhandilsavtalu við.
Eftir at Bretland fór úr ES um ársskiftið, er landið í holt við at gera handilsavtalur við lond kring heimin.
- Tað kunnu ganga mánaðir, áðrenn bretar eru klárir at taka upp samráðingar við Grønland, og vit hava ikki krav upp á eina handilsavtalu við Bretland. Tað er fyrst, tá Bretand sigur, at nú kann tað verða, at samráðingar koma í lag, leggur Mininnguaq Kleist, leiðari fyri grønlensku ES-umboðanina í Brüxells aftrat.