Grønland: Leita eftir 18 ára gomlum manni í jollu

Mánamorgunin um 04-tíðina fór hann í einari jollu úr Kangaatsiaq við kós móti Aasiaat, men ungi maðurin kom ongantíð til Aasiaat.

- Maðurin var í einari Witt jollu, og hann var í gráum jakka, sigur samskiftisleiðarin hjá Arktisk Kommando.

Í Grønlandi verður leitað eftir einum 18 ára gomlum manni, sum mánamorgunin um 04-tíðina fór í einari jollu úr Kangaatsiaq við kós móti Aasiaat.

 

Ungi maðurin kom tó ongantíð til Aasiaat, og tí boðaðu avvarðandi hjá honum løgregluni mánadagin frá, at maðurin var saknaður. 

 

Tað upplýsir samskiftisleiðarin hjá Arktisk Kommando, Camilla Schouw Broholm, yvirfyri Sermitsiaq. 

 

Eftir fráboðanina varð leiting sett í verk við tyrlu, flogfari, skipum og fleiri lokalum bátum á leiðini, har hugsandi er, at ungi maðurin hevur siglt.

 

Heitt hevur eisini verið á siglandi í økinum annars um at hava eyguni eftir manninum, eins og heitt hevur verið á borgarar, sum kunnu vita okkurt um mannin at siga.

 

- Maðurin var í einari Witt jollu, og hann var í gráum jakka, sigur samskiftisleiðarin hjá Arktisk Kommando við Sermitsiaq.

 

Camilla Schouw Broholm sigur, at samstarvið við bæði løgreglu og Air Greenland hevur verið kærkomið, eins og fleiri lokal eisini hava leitað á siglingarleiðini.

 

Tíverri vita grønlendskir miðlar í kvøld einki at siga um, hvussu vorðið man vera hjá tí 19 ára gamla, sum fór í jolluna ávegis til Aasiaat tíðliga mánamorgunin.

 

 

 

- Maðurin var í einari Witt jollu, og hann var í gráum jakka, sigur samskiftisleiðarin hjá Arktisk Kommando.