Grønland: Rinda milliónir

Tá keypsamtøkurnar í Grønlandi lata upp í dag, verður uttan iva sum sild í tunnu, tí milliónir verða útgoldnar.

Ikki færri enn 9,5 milliónir krónur verða í ár goldnar kundunum hjá grønlendsku keypsamtøkunum sum ágóði, og kundarnir kunnu frá í dag fáa fatur á hesum pengunum.

Væl hevur hilnast hjá keypsamtøkunum í Grønlandi í fjør, tí tær fingu fleiri limir og fleiri kundar.

- Tað merkir, at vit kunnu geva grønlendska samfelagnum meira pengar aftur, sigur stjórin, Susanne Christensen, við grønlendska kringvarpið, KNR.

- Vit hava sett fleiri av handlunum í stand og útgjørt tveir við grønari orku, og seinni í ár letur upp ein spildurnýggjur handil í útjaðaranum av Nuuk.

At heilar 9,5 milliónir krónur kunnu rindast limunum sum ágóði, er nýtt met hjá grønlendsku keypsamtøkunum, sum í fjør rindaðu limunum níggju milliónir krónur.