Grønland setir met í smittu við 504 tilburðum

- Umfatandi smittan ávirkar eina røð av funktiónum í Grønlandi, tí umframt tey smittaðu, eru nógv fólk í sóttarhaldi.

Landslæknaembætið í Grønlandi noyddist í gjár at ásanna, at landið enn einaferð hevur sett met í nýggjum smittutilburðum. 

 

504 nýggir tilburðir í eitt samdøgur!

 

So stór hava smittutølini í Grønlandi ongantíð verið áður í eitt samdøgur. Samstundis er talið av innløgdum við covid-19 økt upp í átta.

 

Fríggjadagin kunngjørdi landslæknaembætið, at talið av smittaðum eisini var oman fyri 500, men tá vóru hetta tøl frá tveimum døgum.

 

- Vit síggja stóra smittuspjaðing, serliga í teimum størru býunum, men vit síggja eisini veksandi smittu í fleiri bygdum.

 

Teir seinastu 504 tilburðirnir, sum eru staðfestir í Grønandi, eru funnir í tilsamans 11 býum kring landið, og tey størstu smittutølini eru í hesum býum:

 

Nuuk (307), Ilulissat (107), Maniitsoq (44), Ittoqqortoormiit (14) og Narsaq (12).

 

Av teimum átta, sum í løtuni liggja á sjúkrahúsi við covid-19 í Grønlandi, liggja seks á sjúkrahúsi í Nuuk, ein í Upernavik og ein í Ilulissat.

 

- Umfatandi smittan ávirkar eina røð av funktiónum í samfelagnum, tí umframt tey smittaðu, eru nógv fólk í sóttarhaldi, skrivar Sermitsiaq.