Grønland steðgar øllum koronuavmarkingum

Mett verður, at farsóttin hevur verið upp á tað hægsta í stórum býum í Grønlandi. Tað gevur høvi til at lata alt uppaftur

 

Múte B. Egede, landsstýrisformaður, sigur á tíðindafundi, at hann gleðir seg um komandi »normalisering« av Grønlandi. (Arkiv). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Frá á midnátt grønlendska tíð verða allar avmarkingar í Grønlandi tiknar av.

Tað upplýsir Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrið, á tíðindafundi í dag.

Avtøkan av avmarkingunum merkir, at alt landið kann veittra farvæl til maskur og avmarkingar í tali á vitjandi á matstovum og barrum.

Higartil hevur krav verið um masku í eitt nú handlum og venjingarmiðstøðum.

Harumframt kunnu handlar í trimum av landsins fimm kommunum, har tað var forboð ímóti at selja rúsdrekka, aftur bera øl og spiritus um skivuna.

Grønland hevur havt ymsar avmarkingar í ymsu økjunum á landinum. Í Eysturgrønlandi kundu tey til dømis beina maskurnar burtur í síðstu viku.

Múti B. Egede, formaður í landsstýrisnum, segði á tíðindafundi í dag. at hann gleðir seg til komandi »normalisering« av Grønlandi.

Hann takkar samstundis fólkinum fyri at hava fylt koronuavmarkingunum. Tað er viðvirkandi til, at landið nú kann lata heilt uppaftur, sigur hann.

Hann leggur afturat, at borgarar enn skulu hjálpa við at stríðast ímóti útbreiðsluni av koronuvirus, sjálvt um avmarkingarnar eru burtur.

– Vit hava glett okkum til hendan dag, tá samfelag okkara er á veg í móti normalisering.

– Sjálvt um avmarkingarnar verða tiknar av á midnátt, skulu vit framvegis samstarva um at berja niður koronu í samfelagnum, sigur Múte B. Egede á tíðindafundinum.

Sambært landslæknaembætinum í Grønlandi hevur farsóttin verið upp á tað mesta í stóru býunum. Harumfarmt er smittan so útbreidd, at avmarkingarnar kortini ongan mun gera, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.

Hóast avmarkingarnar eru burtur er enn krav um, at persónar, sum ikki búgvaí Grønlandi, skulu verða fult koppsettir fyri at kunna koma inn í landið.

Harumframt er krav um masku í flogførum og flogvøllum.

Sambært KNR vita tey í Grønlandi ikki, hvussu nógv eru smittað við koronu. Tað er tí, at tað bara eru tey, sum eru álvarsliga sjúk, sum sleppa at taka PCR-test.

Hendan strategiin varð gjørd, tí kanningarstøð og sjúkrahús vóru undir stórum trýsti av nógvum smittaðum fyrst í januar.

Sambært KNR eru 15 fólk, sum eru smittað við koronu, innløgd á grønlendsku, sjúkrahúsum. Tilsamans eru sjey fólk deyð við koronu í Grønlandi.

/ritzau/

 

 

Múte B. Egede, landsstýrisformaður, sigur á tíðindafundi, at hann gleðir seg um komandi »normalisering« av Grønlandi. (Arkiv). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix