Gruggut er í dunnuhyli

Eitt sindur av roki hevur staðist av, at Katrin Dahl Jacobsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sátt iva um, hvørt tjóðveldisfólk eru nationalsosialistar ella nazistar. Ákæran fall av tingsins røðarapalli í samband við viðgerðina av fíggjarlógini komandi, við atliti at teirri propaganda og villeiðing, sum hon segði Tjóðveldisflokkin setti í verk, tá flokkurin fólkatingsvaldagin proklameraði, at oljan er funnin. Katrin Dahl Jacobsen førdi fram, at tjóðveldisflokkurin hervið nýtir sama framgangshátt, sum Hitler nýtti, at mála alt ljósareytt, fyri at fyrigykla fólki ein falskan veruleika, so at teir veruligu trupulleikarnir verða fjaldir aftanfyri snildan retorikk.
Nýliga skrivaði Regin Eikholm grein í bløðunum, har hann tekur hesa ákæru til viðgerðar. Regin Eikholm heldur, at ákæran er grov, men ikki órímulig, men heldur eitt "nødvendugt ondi", undirforstaðið, at "med ondt skal ondt fordrives", tí at Tjóðveldisflokkurin hevur verið so ódemokratiskur í síni herferð mótvegis dønum til frama fyri eitt loysingarprojekt, sum bara ein minniluti av føroyingum tekur undir við.
Lat meg straks siga, at eg ikki taki undir við øllum tí sum Tjóðveldisflokkurin borðreiðir við. Eg haldi tað er mín skylda bæði sum valevni og sum veljari, at verða kritiskur, eisini mótvegis mínum egna flokki. Sjálvur var eg aktivur í valstríðnum her í Suðuroynni, og høvdu vit valevni fyri teir ymisku flokkarnar her suðuri, við ørfáum undantøkum, tey allarbestu persónligu viðurskifti við hvønn annan. Ja, eg havi fingið góðar vinir í hinum flokkunum, sum eg annars ikki hevði fingið, tí vit vita innast inni, at flokspolitikkur nu einaferð er flokspolitikkur, og at tað inniber, at vit eru grundleggjandi ósamd um nøkur ting, men eisini grundleggjandi samd um at virða hvønn annan. Og enntá viðhvørt halda at hin hevur rætt, uttan at vit tora at siga tað.
Fyri at halda meg til sakina kann eg viðmerkja, at oljan als ikki var nýtt í valstríðnum í Suðuroynni, tí at partarnir opinbart vóru samdir um, at hetta lættliga kundi elva til misskiljingar og misnýtlsu. Eg ivist ikki í, at tá ið Katrin Dahl Jacobsen sigur, at Tjóðveldisflokkurin gav faldara út, har sagt var, at "oljan er funnin", so hevur hon rætt, hóast eg ikki havi sæð henda faldara. Eg kundi gjørt mær tann ómak at kanna hetta sjálvur, men eg tími ikki, tí eg taki Katrina uppá orðið. Og lat meg so í sama viðfangi siga, at eg haldi hetta var blóðskeivt av Tjóðveldisflokkinum. Og er hetta eitt mistak, sum leiðslan í Tjóðveldisflokkinum má taka til eftirtektar. Tað er sum við fluguni í suppuni, kokkurin og eingin annar hevur ábyrgdina. Tað er so skjótt at falla í ta flokspolitisku grøvuna, at misnýta ymisk høvi í einum politiskum valstríði. Eitt mistak, líka so skilaleyst sum tá ið Javnaðarflokkurin í sínari tíð stolt proklameraði: "Gev mær 100 dagar", so eru allir trupulleikar loystir. Eisini hesum mistaki rokni eg við, at kokkurin sjálvur tekur ábyrgdina av.
Tað er 3 høvuðsorsøkir til, at eg skrivi hesa grein. 1) Vit eru øll góð við hetta landið, og vit hava øll bygt land, líkamikið hvønn politiskan lit vit hava. Í so máta hava vit øll okkurt tjóðskaparsinnað í okkum, eins og onnur fólk. 2) Eg havi sjálvur verið prestur í Norðurtýsklandi, har eg havi nógvar góðar vinir, sum eru danskir tjóðskaparmenn, og sum tískil vóru offur fyri nazismuni. Onkur teirra sat enntá í týningarlegu. 3) Eg var sjálvur skírdur nazistur av formanninum í Javnarflokkinum á einum veljarafundi í Sumba.
Eg skal vera tann fyrsti til at viðurkenna, at tjóðskapur ella nationalisma kann vera reinur óndskapur, ja, nationalisman hevur kravt fleiri mannalív og elvt til meira hatur enn nakað annað brigdi í hesum heimi. Vit havt hava tvey heimskríggj, sum eru grundað á vitleysa nationalismu. Í so máta er tankin um eitt felags Europa ella hvat vit rópa tað ein vakur tanki, í hvussu so er á skræðuni. Churchill var ein av teimum fyrstu, sum proklameraði tankan um Europiskt samveldi, tí hann viðurkendi, at nationalisman var farin um alt mark.
Men tjóðskapur kann eisini verða nakað heilt, heilt annað. Eins og vit øll elska okkara børn, hava vit eisini alsk til landið og nøkur felags eyðkenni: Málið, flaggið, matin, siðir og skikkir og so framvegis. Vit kunnu t.d. øll eta ræstan fisk uttan at hata tey, sum eta hundar og tvístertir, tí tað eru tað nøkur fólkasløg sum gera. Og hóast onnur lond hava suverinitet ella sjálvsavgerðarrætt í politiskum viðurskiftum, so hata vit tey ikki fyri tað, eins lítið og vit verða løgd undir hatur, um vit vilja tað sama. Eg havi t.d. stóra virðing fyri teimum donsku tjóðarskaparmonnunum, sum stríddust móti nazismuni og fyri donskum avgerðarrætti á demokratiskum grundvølli, eins og hesir hava stóra virðing fyri okkara vilja at skipa okkum sum sjálvbjargin tjóð. Onkursvegna býr ein felags lagna í okkum øllum somlum, uttan mun til um vit eru týskarar, danir, føroyingar ella okkurt annað. Tíðin, har ein og hvør er sær sjálvum nokk er farin, tað trúgvi eg vit øll eru samd um, meiri ella minni.
Eg havi virðing fyri teimum sum eru ímóti, at Føroyar skipast sum sjálvstøðugt ríki, og sum halda, at tað er skilaleyst at avskriva blokkstuðulin. Og eg haldi tað er beinleiðis skeivt at siga, at blokkstuðulin er rótin til alt ilt í Føroyum. Tvørturímóti hevur peningarenslið úr Danmørk givið okkum høvi til at ment okkum enn meira sum land. Eg haldi enntá at sambandið við Danmark, reint mentunarliga, hevur givið okkum samband við rák úr útlondum, sum vit vóru fátøk uttan. Og persónliga havi eg ikki paranoya mótvegis ES- og Natolimaskapi. Tvørturímóti. Ikki tí, fiskivinnupolitkkurin hjá ES er ikki hepnaður, men vit kenna ikki treytirnar, fyrr enn vit í verki hava roynt tað við samráðingum. Og persónliga meini eg ikki, at ST-limaskapur er ein láturligur viðfáningur í alheimshøpi. Tvørturímóti. Tað er mín sannføring, at avbjálvaða nationalisman, sum hevur myndað europeiskan politikk seinastu øldina, hevur prógvað til fulnar, at vit øll somul mugu taka annað skinn um bak.
Summa summarum. Tað finst eingin ævigur politiskur sannleiki. Sjálvur haldi eg, at fullveldistilgongdin, so klossut sum hon enn er hagreidd av føroyskum polikarum, við væntandi diplomati og væntandi ansi fyri viðkvomu støðu sum eitthvørt land er í, sum er í einum felagsskapi, har eitt land hevur avgerðarrættin fram um onnur, er sprottin av nøkrum heilt øðrum enn onkrum hissini one-mans-framførslu, sum tað verður gjørt til í Føroyum. Eg haldi nevniliga, at fullveldistilgongdin í Føroyum beinleiðis er eitt úrslit av teirri globalisering, sum ger seg galdandi í dag. Ikki tí, í meira enn 100 ár hevur sjálvstýrispolitikkur sett dagsskránna her á landi, men lat tað fara. Eg haldi, at føroyingar ásanna meiri og meiri, at heimurin er so samansjóðaður í dag, at avbjóðingarnar eru alt ov stórar til at vit hava ráð til, hvør í sínum lag, at sita við einum ringum smakki í munninum tí vit ákæra hvønn annan fyri líkt og ólíkt í einum høpisleysum dunnuhylja skotbardaga, tí at politikarar í hesum landi eru so sperdir og troyttir, at teir bara kunnu definera seg við at leggja mótstøðufólk undir hatur og illgruna.
Loksins: Á veljarafundi í Sumba dittaði eg mær at siga, í oratoriskum spølni, at frísarnir á sinni ikki høvdu danskan buding í æðrunum tá teir sigu í bjørgunum. Henrik Old og onnur javnaðarvalevni, sambandsvalevni etc. hildu hetta vera sakleyst og stuttligt, tey ristu kanska eitt sindur á høvdinum, eins og tey fingu meg at gera viðhvørt, men ikki formaður Javnaðarflokkins, sum eg annars haldi nógv av, og geri framvegis. Hann samanbar meg við ein nazist. Aftanfyri kulissurnar spurdi eg hann hvat hann bilti sær inn, men hann var hvørki at høgga ella stinga í, segði, at eg byrjaði longu í Hvalba at citera Martin Joensen, um eg ikki visti, at hann var javnaðarmaður. Hann segði einki um, at eg eisini citeraði Poul F.
Á stóra almenna veljarafundinum í sjónvarpinum, har floksleiðarnir í endaliga valstríðnum vardu borg, citeraði formaður Javnaðarfloksins orðarætt úr byrjanini mínari røðu í Hvalba, men gjørdi orðini til síni egnu: "Martin Luther King hevði ein dreym, Martin Joensen hevði ein dreym, Poul F. hevði ein dreym, í Sandvík hava fólk ein dreym, í Sumba hava fólk ein dreym ?. o.s. fr."
Eg smíltist. So var eg ikki heilt av leið. Og fegnaðist um, at tað kunnu vera so nógvar orsøkir til, at misskiljingar stinga seg upp. Og var eg ov frekur í Sumba, so skal eg vera tann fyrsti til at taka fluguna úr suppuni, tí tað var ikki illa meint. Men eitt megnaði eg ikki, at taka dreymin frá mínum góða vinmanni, formanni Javnaðarfloksins. Men soleiðis er tað, tí at onkursvegna hava vit eina felags lagnu, um vit eru danir, týskarar, føroyingar, fransmenn - ella bara tveir suðuroyingar, sum vilja tað sama, men hava eitt sindur ilt við at viðurkenna tað.