Grundstykki at fáa í Bø

Skjótt fer aftur at bera til at fáa grundstykki í Bø Sørvágs Kommuna hevur í longri tíð arbeitt við eini útstykking í Bø, og á

bygdaráðsfundi í kvøld verður endalig støða tikin til málið, men tað verður

neyvan annað enn ein avgreiðsluspurningur.

Í nýggju útstykkingini í Bø eru átta grundstykki, og tað fer uttan iva at

koma væl við, tí tað er áhugi fyri at seta seg niður í Bø.

Suni Jacobsen, borgarstjóri sigur, at tey hava einar seks, sjey umsóknir

liggjandi um at fáa grundstykki í Bø.

Talan er bæði um fólk, sum hava tilknýti til bygdina og um fólk, sum als

einki tilknýti hava til Bø frammanundan.

Tá í bygdaráðið endaliga hevur samtykt útstykkingina, fáa umsøkjarnir tilboð

um grundstykki. Taka teir ikki av, fer tað at standa øðrum frítt fyri at

søkja um tey.

Á tekningini sæst, hvar tey nýggju grundstykkini vera. Ljósagráa linjan

ovast, er landsvegurin og tey nýggju grundstykkini eru víst við myrkagráum,

liti.