Thomas Arabo
?????
Fíggjarlógin hevur tvinni endamál. Annað er at geva umsitingini heimild at krevja skattir og gjøld frá borgarunum og hitt er at geva heimild at brúka pengar til ymisk endamál.
Vit gjalda so trúliga skatt og onnur gjøld inn í landskassan, sjálvandi í teirri trúgv at okkara pengar verða nýttir, sum skriva stendur í fíggjarlógini.Vit síggja at har stendur at peningur skal nýtast til m.a. Fiskivinnuskúla, Tekniskan Skúla, berghol til Tjørnuvíkar osfr.
Ofta so hendir einki - tað hava vit so sæð tey nógvu seinnu árini - við hesum málum og um ársskifti fáa vit so at vita at peningurin er farin í nakað sum tey rópa "stóra pott". Stóri pottur stendur so ikki á fíggjarlógini, sum eg so trúliga havi goldið mín skatt eftir.
Fyrr í tíðini vóru pengar, sum vóru avsettir til ávís endamál og ikki nýttir tað árið settir til viks - í grunn - ella á bók, til teir so kundu verða nýttir til tað endamálið teir vóru ætlaðir og sum borgarin trúliga hevði goldið sin toll og skatt til. Soleiðis bleiv tingsins vilji útintur.Soleiðis spardi man upp sum gamalur føroyskur siður er til íløgur, íð tøktust tungar at taka í einum.
Grundleggjandi ein góð skipan, men rætt skal vera rætt at grunnarnir blivu nakað nógvir og fløkjasligt var at halda skil á nýtsluni úr teimun. Í dag vildi hettar ikki verið nakar trupulleiki við teimum góðu amboðunum, íð nú eru til taks.
Í 1993 og 1994 tá alt fíggjarkervið bleiv umskipað strikaðu vit eina ørgrynnu av grunnum, eftir ráðum frá okkara serfrøðingum. Havi ofta hugsað aftur um tað nú var so rætt, men gjørt er gjørt og gjørd ger fær onga vend.
Havi skilt at fleiri grunnar eru strikaðir seinni.
Nú tykist sum hesir góðu grunnastrikarar ikki fáa afturhald. Sá í onkrum blað at nú vilja teir hava fatur í sjúkrakassum og ALS. Alt sigst hava heimild í Stýrisskipanarlógini.
Her hongur ikki saman. Her er okkurt svipsað tá umræður " lovens ånd og lovens bogstav". Stýrisskipanarlógin hevði til endamáls at gera greiðar reglur fyri hvussu hetta landið skuldi stýrast so greitt, demokratiskt og smidligt sum gjørligt og ikki fyri at upfylla treytirnar í einari ella aðrari danskari lærubók um nationaløkonomi.
Pengar, íð verða innkravdir til ávíst endamál skulu nýtast til hettar ella eru teir kravdir inn undir følskum fyritreytum. Um teir so verða settir á bók til seinni nýtslu, so eru teir tó játtaðir á eini fíggjarlóg. Hvussu bundnir pengar skulu frígevast ja,tað er bara at seta treytir tað verður gjørt hvønn dag í handilslívinum, so tað er nemt nokk.