Guðmundur leiðari fyri Ítróttarháskúlan í Suðuroy

Stýrið fyri Ítróttarháskúlan í Suðuroy hevur gjørt av at seta Guðmundur Joensen sum leiðara fyri Ítróttarháskúlan.Guðmundur er 32 ára gamal og hevur havt eina lívsleið innan ítrótt, bæði sum frítíðar-ítróttarmaður og sum yrkisítróttarmaður. Guðmundur Joensen hevur á ítróttarleið síni verið virkin bæði innan súkling, svimjing, renning, fótbólt, kappróður og triathlon. Guðmundur hevur harumframt royndir sum fyriskipari av ítróttar- og rørslutiltøkum.Guðmundur er útbúgving múrari og hevur eisini átt og rikið egna fyritøku í fleiri ár. Seinastu árini hevur Guðmundur, umframt eina leið sum yrkisítróttarmaður, verið varaleiðari í Svimjihøllini í Gundadali.Guðmundur Joensen er 32 ára gamal og giftur og eigur trý børn. Guðmundur byrjar í starvinum 1. mai 2016.


Tað vóru fýra umsøkjarar til starvið.


Til ber at lesa eina longu samrøðu við Guðmund Joensen í Sosialinum í dag.