Eitt av týðandi hugskotunum við Atlantic Music Event er at vísa føroyskan tónleik fram mótvegis útheiminum, og her er Guðrun Sólja Jacobsen ikki í nakrari truplari støðu, tá ið tað snýr seg um Danmark.
Hon er gjøgnum kappingina Stjørna eitt kvøld blivin eitt kent navn í donskum tónleiki, og meðan onnur føroysk nøvn droyma um at fáa ein kjans á einum donskum festivali gjøgnum Atlantic Music Event, so hava boð longu verið eftir Guðrun. Hon skal nevniliga verða við á Jelling Musikfestival, sum verður hildin síðst í mai mánaði.
Guðrun syngur javnan til konsertir í Danmark, og hon hevur síðani gjøgnumbrotið í Danmark givið tvær fløgur út á danska marknaðinum ? tað er ikki gerandiskostur hjá føroyskum tónleiki.
Røddin í fokus
Guðrun Sólja Jacobsen hevur eina framúr góða rødd, og tað er stóra styrkin í hennara framførslum. Hon kann hugtaka og fanga fólk í øllum aldri, og hóast uppgávurnar hjá henni stundum hava virkað ovurhondsstórar ? frammanfyri túsundtals fólki og beinleiðis sjónvarpi í Danmark ? so hevur hon als ikki verið nervað av hesum og hevur hvørja ferð havt eina professionella og innliga framførslu.
Fyrst í juni mánaði skal Guðrun verða við á eini stórari føroyskari konsert í Keypmannahavn. Konsertin gongur undir navninum Tríggjar Havfrýr, og saman við Guðrun fara eisini Lena Anderssen og Eivør Pálsdóttir at syngja til hesa konsert.
Men fyrst verður tað uppgávan í Føroyum, har eisini fólk úr øðrum norðurlondum kunnu sleppa at hoyra føroysku songkvinnuna.