Nú er veitslan liðug og nú er tað harða arbeiðið byrjað.
Í gjáramorgunin fór Guðruni Jacobsen av aftur landinum. Men at fáa tíðina at ganga verður ongin trupulleiki, tí alla møguliga staðni er gravgangur eftir at fáa hana at syngja.
Vit hittu Guðruna eina løtu seint mikukvøldið ímeðan hon fekst við at pakka sær kuffert at hava við.
Nógv er sagt og skrivað um sjálva kappingina, sum Guðrun vann, so tað lata vit liggja hesuferð.
Ístaðin hava vit spurt hana, um hon veit nakað um, hvussu framtíðin hjá henni sær út, nú hon er blivin eitt tað kendastra andlitið í øllum ríkinum.
Men tað veit hon lítið og onki um enn. Tað einasta, hon veit, er at hon verður smábýtt teir næstu mánaðirnar, tí tað er sannur gravgangur eftir at fáa hana at syngja alla møguleika staðni.
Men hon veit eisini, at hon ætlar sær at taka av hesum møguleikanum, hon hevur fingið og so má skúli og alt annað víkja, um neyðugt.
Hetta er tað, hon hevur droymt um og hon vil ikki sita 50 ára gomul og iðra seg um, at hon ikki leyp í vaðið og gjørdi sítt besta, tá ið hon fekk møguleikan. Hon er ung og leys og skal hon taka ein kjans her í lívinum, skal tað vera nú.
? So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Men í øllum førum skal eg kunna siga aftaná, at eg tók av møguleikanum, eg fekk.
Men hon dylir heldur ikki fyri, at tað besta hevði verið at hon eisini fekk studentaskúlan frá hondini. Hon manglar tríggjar mánaðir av skúlagongdini og hon sigur, at framvegis verður arbeitt fyri at finna onkra loysn, so at hon kortini kann fara til próvtøku í ár. Men tað er ikki vist at tað eydnast. Tað einasta, sum er vist, er, at tað verða ikki stórvegis stundir til at ganga í skúla.
Av tilvild
Men fyrst fara vit eitt sindur aftur í tíðina og spyrja hana, hvussu tað yvirhøvur bar til, at hon endaði í hesi kappingini.
Og tað var mestsum av berari tilvild, sigur hon.
?Ein lærari, eg hevði í týskum, hoyrdi meg syngja á eini jólaveitslu. Aftaná kom hann til mín og helt, at eg átti at melda megf til ?Stjerne for en aften?.
Tá ánaði Guðrun ikki, hvat tað var fyri nakað. Men seinni kom eisini ein kona, sum hon spælir í hornorkestri við, og segði tað sama. Og uppaftur seinni kom so ein afturat.
Hetta vakti hennara áhuga.
Sangin, ?Promise Me? hevði leiðarin fyri gospelkórinum, funnið fyri hana, tí hann helt, at hann riggaði so væl til Guðruna. Men tað var ikki til hesa kappingina at sangurin var funnin, tað var til eina aðra framførslu, sum kortini var av ongum.
Men hon gjørdi so av, at hon skuldi royna seg í kappingini við hersum sanginum.
Ein lærari í Vági hjálpti henni so at gera ein fløgu at senda til upptøkunevndina hjá Danmarks Radio og tekniska útgerð var Útvarp Føroya so beinasamt at lána teimum.
Fløgan varð send til Danmarkar. Guðrun kom við í kappingina og restina av søguni kenna vit øll.....
Ikki droymt um
Nú nakrir dagar eru gingnir síðani tann minnisríka finalu - fríggjadagin , hevur hon enn ikki rættiliga fatað, hvat er hent.
?Hetta kom sum eitt skot. Og til tíðir er tað ræðuliga strævið, tí tað er so nógv, eg skal gera alla tíðina.
Higartil hevur mítt lív ligið í eini fastari rútmu. Tað hevur verið skúlin so heim og í song um kvøldið og so umaftur dagin eftir. Nú havi eg ikki stundir at vera undir taki og tað eru fimm sekund ímillum at telefonin ringir.
? So tað tekur sína tíð at venja seg til. Men tá ið eg sigi, at tað er strævið, er tað ikki so illa meint, tí tað er eisini stuttligt og spennandi og eg taki tað heilt avgjørt ikki illa upp, at fólk eru áhugað og ringja til mín, vitja meg, biðja um autograf o.s.fr.
Men nú hevur Danmarks Radio givið henni ein professionellan fyriskipara - manager - í eitt hálvt ár og tað er hann sum leggur alt til rættis.
Tað er fyri at halda skil á øllum og at syrgja fyri, at Guðrun ikki kemur sær í óføri. So nú gongur alt ígjøgnum hendan fyriskiparan og hann leggur so alt til rættis.
Men tá ið fólk ringja til hennara, er tað eisini ringt hjá henni at vísa til fyriskiparan alla tíðina.
?Onkusvegna haldi eg, at tað ljóðar so hástórt av mær at vísa til ein fyriskipara. Eg eri bangin fyri, at nú fara fólk at siga, at eg haldi meg vera. Hetta liggur slett ikki til mín og eg vóni ikki, at eg nakrantíð komi at ljóða um primadonna. Eg vil fegin blíva verandi tann, eg eri og varðveita tey vinfólk eg havi. Tað er umhvørvið, ið eg eri sprottin úr, sum hevur gjørt meg til tann, eg eri, og tað vil eg ikki bróta við, sigur Guðrun.
Men skal ikki fløkja koma í alt, er tað neyðugt at hava ein fyriskipara. Tí eg dugi ikki ordiligt. Tað verða ov nógv ?kanska? og ?vissi tað liggur fyri?. Tað er ringt at skera ígjøgnum og tí er tað øgiliga gott at hava ein fyriskipara, sum heldur skil á øllum fyri meg.
Hon sigur, at hon hevði ikki kunna ímynda sær allan ehndan hávan í bleiv av kappingini.
? Tá ið eg meldaði meg til kappingina vónaði eg, at kanska onkur fekk eyga á meg og kanska eg fekk møguleikan at royna meg í onkrum kóri, ella okkurt sovorði.
Ístaðin fyri at fáa møguleikan í einum kóri, endaði tað við, at hon, meiri enn nakað annað, megnað iat savna alla føroysku tjóðina, bæði burturi og heima og at blíva eitt tað kendasta navnið í ríkinum.
? Tað er ein deilig kensla . Og tað er vælsignað at hava fingið okkurt positivt at hugsa um í hesum døpru tíðum
Finalistar til Føroya
Men hvat fyriskiparin hevur í skjáttuni til Guðruna, veit hon ikki so nógv um enn.
Men konsertferðin byrjar longu í dag, tá ið Guðrum skal syngja á tveimum tiltøkum.
?Síðani skal eg syngja á einum stórum vælgerðandi tiltaki í Forum, til frama fyri krígsoffrini í Irak. Har fer hon at syngja ?Hero? og har verða mong onnur av fremstu tónleikarum í Danmark við, eitt nú Sanne Salomonsen.
Annars hevur tað verið lýst, at hon skal syngja í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið, men tað verður av ongum hesuferð.
Treytin fyri at hon kundi vera við í Fuglafirði, var, at hon ikki bar bundin av øðrum í Danmark. Men tað verður hon altso og framførslan hjá henni í Fuglafirði verður sostatt av ongum á hesum sinni.
Sunnudagin fær hon kanska frí, men mánadagin verður aftur lagt til brots.
Men tað er eisini talan um at skipa fyri eini konsertferð til Føroya við summum av teimum, sum vóru við Guðruni í finaluni.
Eitt nú er ætlanin at Jacob Andersen, sum var nummar tvey, skal við á Føroyaferðini og somuleiðis Martin Petersen og kanska verður onkur annar eisini, men tað er ikki heilt greitt enn.
Hinvegin liggur ikki fyri hjá Tarek at koma.
Enn er ikki heilt greitt, nær konsertin í Føroyum verður, men ætlandi verður hon einaferð í næsta mánað.
Annars skal hon syngja víða hvar í Danmark hesa næstu tíðina.
Eisini skal hon spæla fløgu inn fyri heimsins størsta plátufelag, Universal, sum eisini Teitur Lassen hevur sáttmála við.
Men tað verður ikki heilt enn. Guðrum veit heldur ikki, hvørji løg verða á plátuni.
Og hon veit heldur ikki, hvat heldur ikki, hvat slag av tónleiki verður á fløguni, tí henni dámar allan møguligan tónleik. Alt hetta eru viðurskifti hon skal tosa við fyrireikararnar um í næstum.
Annars væntar hon at fáa fleiri løg sendandi, tí síðani hon ver vorðin kend, eru tað nógvir lagsmiðir, sum hava hug at senda henni løg so at teir eisini sjálvir kunnu koma sær fram.
Tvøroyri ov gott at fara frá
Vit spurdu eisini Guðruna um endin verður so, at hon heilt flytir niður?
? Tað ætli eg at gera alt, sum eg kann fyri at sleppa undan. Eg trívist ov væl á Tvøroyri og tað, eg havi her, er ov gott at fara frá, bæði familjan, vinfólkini og bygdin sum heild.
So tað er greitt, at tað verður nógv ferðing aftur og fram so 10 túra kortið, hon fekk frá Atlantsflogi, verður skhótt uppi.
? Men tað er eisini greitt, at tað verða long tíðarskeið, har er verið burturi, men eg komið so altíð heimaftur inn ímillum, so nógv eg kann, sigur hon.
- Í øllum førum verður tað ringt at flyta. Hvussu trupult tað er, havi eg ikki hugsað um, fyrrenn nú er standi í teirri støðu, at eg skal velja.
Eg havi lisið onkustaðni, at virðislønin,sum tú hevur fingið fyri at vinna kappingina er verd einar tvær milliónir, varð hon gjør um til pening. Hevði tú heldur bara viljað havt peningin og so gloymt alt annað
? Hatta var ein ringur spurningur. Men eg hevði so ikki hildið uppat at sungið. Men hevði eg havt tvær milliónir, hevði eg kanska havt ráð til at givið eina fløgu út sjálv.