Guð var í spanderibuksum tá ið hann skapti okkum

? At eiga eitt menningartarnað barn hevur givið mær eitt ríkari lív, men frá einum øðrum vinkli. Onki av hinum børnunum hava givið mær so nógvan kærleika sum Ólavur, sigur Malena Arnholdsdóttir á Skála

Ein góð familja.
Eitt bræv í postkassanum.
Ella bara tað at sleppa at loysa frá posabandinum við hvørt.
Tað er so nógv, sum ger lív okkara ríkari og gevur okkum lívsvirði.
Hvat er lívsvirði? Hetta er ein spurningur, sum ofta fær okkum at hugsa stórt, at hugsa um heimsspeki og torgreiddar útgreiningar av lívsins viðurskiftum.
Men á økisfundi hjá Javna í Øravík síðsta leygardag fekk Malena Arnholdsdóttir á Skála fortalt áhoyrarunum, at tað sanniliga eisini eru spurningur um alt tað, sum er rundanum okkum hvønn einasta dag, men sum vit kanska ikki geva gætur, eitt nú um familju, um grannalag, um tað at fáa eitt bræv ella eitt smíl, ella um at fara eina lítla útferð, hóast pylsurnar kolast upp og búffarnir eru hálvráir.
Malena Arnholdsdóttir er 49 ára gomul. Hon er fødd í Fuglafirði, men býr nú á Skála. Hon er foreldur at einum menningartarnaðum drongi og næstformaður í Javna. Á fundinum greiddi hon frá, hvørji lívsvirði, hon hevði funnið á sínum vegi, og, hvat hon helt, kundi økja lívsvirðið hjá okkum øllum! Men samstundis ásannaði hon, at lívsvirði er eitt fyribrigdi, sum er trupult at lýsa.
? Lívsvirði hjá mær kann væl bara vera ein sjálvsagdur lutur hjá tær. Vit eru tíbetur so ymisk, sigur Malena Arnholdsdóttir.
Hon sigur eisini, at hon dugir ikki at raðfesta tað, sum gevur henni lívsvirði. Fyri seg er familjan eitt stórt lívsvirði.
- Bara vitanin um, at eg havi brúk fyri teimum, ella tey fyri mær, eru tey har. Tað er ein spurningur um kærleika og nærleika - bæði tað at fáa og at geva.
? Bæði foreldur míni eru á lívi, eru røsk og høvdu gullbrúdleyp fyri trimum árum síðani. Eg eigi fimm systkin, tvey búgva á Skála, ein beiggi býr í Klaksvík og tveir í Danmark.
? Eg varð gift, tá eg var 23 ár og vit fingu fýra børn saman, tvær døtur og tveir synir. Nú eru báðar døturnar giftar, so har havi eg fingið tveir fittar versynir, og tey eiga nú hvør sín son. So tit síggja, at eg eri signað við familju.
Eldri sonurin skal giftast 23. mars.
- Tað er spennandi, tí so fái eg eina fitta dóttur afturat.
Men Malena hevur ongan mann longur.
? Eg kann jú ikki hava alt. Vit vórðu skild fyri 15 árum síðani, tí hann drakk so illa. Tá mistu bæði børnini og eg eitt lívsvirði.
? So, tit, konur, sum hava góðar menn, vælsignaðar, síggi tykkara lívsvirði í tí. Og tit menn, síggi góðu konur tykkara og lívsvirðið, ið tær geva tykkum!
Frá øðrum vinkli
Síðani spyr Malena, um tað er nakað lívsvirði í at eiga eitt barn, sum er brekað. Yngri sonur hennara er menningartarnaður. Hann eitur Ólavur og er 17 ár. Hann hevur sjúku, sum eitur tuberøs sclerosa.
Hann fær epileptisk anføll dagliga og klárar seg illa sosialt. Men hann dugir alt tað vanliga, so sum at at tosa, ganga, eta, og vaska sær. Hann skal tó hava hjálp til so at siga alt, og torir ikki at vera einsamallur.
Hann følir altíð á sær, tá ið eitt anfall kemur, og ræðist anføllini. Og, sum eitt brek afturat, er hann umleið 2,05 metrar langur, og hevur stórar rørslur.
? At fáa klæðir, sum eru nóg stór til hansara, er ein trupulleiki og skógvar nummar 50 hanga heldur ikki á trøum.
Malena sigur, at støðan, hon hevur verið í, hevur ført við sær, at hon ofta samanber síni lívsvirði og hansara lívsvirði. Ongin ivi er um, at eitt brekað barn eisini hevur lívsvirði, sigur hon.
? Tú fært eitt ríkari lív, frá einum øðrum vinkli, og ongin at hinum børnunum hevur givið mær so nógvan kærleika sum Ólavur. Og kærleikin er jú tað størsta, segði Malena Arnholdsdóttir.
Tað størsta lívsvirði
Malena er trúgvandi kona og hon dugir ikki at síggja, hvussu hon hevði klárað seg uttan Harran og bønina.
? Tað haldi eg tí vera mítt størsta lívsvirði og eg havi roynt at alt børnini upp við, at tey altíð hava ein himmalskan pápa at fara til. Ólavur var lítil, tá ið hann lærdi Faðir Vár, og tað hongur tíbetur við, sjálvt um nógv annað hevur víst seg at fara. Eg haldi, at tey epileptisku anføllini viska úr minninum, sigur hon.
Hon hevur einaferð lisið í Det Bedste, at tað er prógvað, at tá vit biðja, meditera ella syngja, ger heilin eitt eydnuhormon, sum nevndist serotinin. Hetta hormonið ger, at vit síggja lættari uppá alt.
? Tað er so gott at kunna lessa av og vita, at onkur lurtar eftir. Gud lurtar, ráðini fáa vit úr Bíbliuni og har liggur ongin rokning við.
Góð heilsa er krúnan
Malena Arnholdsdóttir greiðir frá, at hon einaferð var komin at tosa við ein mann, sum hevði krabbamein og tá hevði hann sagt henni eitt, sum hon mangan hevði hugsað um. Hann segði: Heilsan er krúnan á høvdinum á tí fríska, sum bara tann sjúki sær.
? Og tað er ofta so, at ikki fyrenn vit eru sjúk, síggja vit, hvussu nógv tað er vert at hava góða heilsu. Tað er stórt lívsvirði at hava góða heilsu, eisini meðan ein er ungur. Vit taka tað ofta, sum ein sjálvsagdan lut, men tað er tað ikki.
Malena minnist eisini eina samrøðu ímillum seg og Ólav.
? Hann spurdi meg einaferð, hvør hevði gjørt hansara heila. Eg mátti siga, at tað hevði Gud.
? Men hví hevur hann so gjørt mær ein sovorðnan knútutan heila?
? Jú, tínir knútar sita í heilanum, men øll fólk hava sínar knútar at dragast við, royndi eg at siga honum.
? Nei, ikki tú, svaraði hann. Tær feilar einki!
Malena ásannar, at hon hevur havt góða heilsu og tað er sera stórt lívsvirði.
Guð í spanderibuksum
Malena og tey eiga eina tík, sum eitur Flikka, og í teirra eygum er hon nakað fyri seg
? Ólavur eigur Flikku, sum er ein vinur hansara og tí er hon lívsvirði fyri hann. Tey eru góð við hvørt annað. Honum nýtist ikki at ganga einsamallur, men kann fara túr við henni.
Rundan um húsini hava tey ein lítlan urtagarð.
? Eg fái positivar tankar, tá eg arbeiði og spæli mær í garðinum. Er tað tí, at vit eru av mold, at okkum dámar so væl jørð? Eg veit ikki. Men vakrar eru planturnar, allar á hvør sín hátt. Eg haldi, at Gud hevur verið í spanderibuksunum, tá ið hann skapti, tí so fjølbroytt er alt.
Ólavur og hon hava havt nógvar góðar løtur í garðinum, og hann er sterkur at trilla mold.
? Eitt heystið hevði eg sett okkum tulipanleykir niður, men ein góðan várdag kom Ólavur inn við øllum teim nýuppkomnu tulipanunum.
? Hygg mamma, her var nakað nýtt ókrút komið upp í havanum, men eg skundaði mær at taka tað burtur, segði hann vælnøgdur.
Tríati sekund, kanska
At vit hava góðar vinir, sum vit kunnu vitja, tosa við, biðja um hjálp og, sum vit kunnu sleppa at hjálpa, tvs, vinir, sum vit kunnu geva og fáa frá gevur lívsvirði.
? Øll hava sín kross at bera, lættari er, um vit bera hann saman. Viðhvørt er tað eisini gott at sleppa at tosa við onkran, sum tú kennir og hevur álit á. Serliga tá ið byrðan kennist ov tung.
? Sum foreldur at menningartarnaðum havi eg ofta verið út fyri, at fólk hava spurt, hvussu Ólavur ella vit hava tað.
? Eg svari "fínt", hóast vit kanska als ikki hava tað so fínt.
? Hví geri eg tað? Jú, tí hvussu longi hevði viðkomandi tíð at lurta? 30 sekund kanska?
? Tað er bara so, vit hava øll so nógv at renna eftir, og tað er heldur ikki altíð stuttligt at standa og gremja seg. So viðhvørt lata vit vera at tosa um trupulleikarnar, og lata teir hvíla.
? Men so sært tú viðhvørt, at onkur veruliga meinar tað, tekur sær tíð til tín og tú sleppur at loysa frá posabandinum. Eisini tað er lívsvirði
? Tú hevur eisini virði, tá onkur er góður við teg, sendir tær bræv ella ringir til tín.
? Frá familju og vinum fært tú brøv ella kort, tá tey eru burtur, ella tá ið tú ert og ferðast og á jólum ella á føðingardøgum.
?Eg haldi eisini, at teimum menningartarnaðu dámar at fáa brøv og kort.
? Ólavur er altíð so glaður, tá ið postur er til hansara og elskar at fara í postkassan at vita, um nakað er til hansara. Systrarnar hava verið raskar at skriva til hansara, bæði tá ið hann hevur verið innlagdur og nú tær eru burturi.
? Duga tey ikki at lesa sjálvi, kann onkur annar lesa fyri teimum. Bara tað, at títt navn stendur uttaná vísir, at tú hevur týdning.
? Tað er ikki so lætt hjá teimum menningartarnaðu at fáa og hava vinir. Men tey ynskja sær tað, sum flest onnur.
? Eini jól fekk Ólavur eitt jólakort, sum var ein mynd av honum, Flikku og stuðlinum, sum hann hevði havt tað árið. Sum avsendari stóð: kærar heilsur vinur tín Hilmar ? á sum hetta gleddi Ólav!



Næsta leygardag:

Fann lívsvirði
í eini brendari pylsu

Næsta leygardag heldur Malena Arnholdsdóttir fram at fortelja okkum, hvat tað er, sum gevur henni lívsvirði. Og eins og í blaðnum í dag, er tað ikki altíð tað stóra, sum skal til. Eitt nú, fortelur hon næstu ferð, hvussu hon ogg børnini funnu lívsvirði í nøkrum brendum pylsum og hálvráum búffum á Leynasandi