Bayern Munchen hevur kunngjørt, at Pep Guardiola skal venja týska stórfelagið komandi trý árini. Hann hevur skrivað ein sáttmála, sum kemur í gildi frá komandi kappingarári, skrivar millum annað Sky Sports og The Guardian.
Fyrrverandi venjarin hjá Barcelona valdi í fjørsummar at taka frí frá fótbólti, eftir fýra gylt ár í venjarastarvinum hjá Katalanska felagnum.
Pep Guardiola hevur annars verið settur í samband við feløg sum Manchester City og Chelsea, umframt sum ein møguligur eftirmaður hjá Sir Alex Ferguson í Manchester United.