Frálíka songkvinnan, sum í fleiri ár hevur bergtikið føroyingar og onnur við sínum frálíku løgum og vøkru rødd, fór á pallin klokkan 20.00 í kvøld.
Ongin ivi er um, at G! av álvara er byrjaður, nú stóra startskotið ljóðaði. Í góðveðrinum eru nógvir festivalgestir komnir, og teir nýttu høvið at fáa sand ímillum tærnar afturvið tónunum hjá royndasangskrivaranum.
Guðrið Hansdóttir er ikki einasta navnið, sum verður at hoyra á sandinum í kvøld. Jamie Woon fer á pallin klokkan 21.55 og klokkan 23.50 er Hogni á skránni.
Á spæliplássinum er fyrst technoveitsla við Kiasmos, tungmálmstónar fráfinsk/føroysku Barren Earth og dansiveitsla við Sakaris.
Í grundini kemur enski klubbin You Dig? at seta lív í út á náttina.