Hvítusunnudag klokkan 11 verður útigudstænasta niðri á Neshamri á Nesi.
Tá várdagar vóru í Nes kommunu fyri einum mánaði síðan, fríðkaði kommunan um økið niðri á Nesi, sum nú er vorðið rættiliga hugnaligt.
- Tí seta vit hvørjum øðrum stevnu niðri á Neshamri til uttandura gudstænastu hvítusunnudag, verður sagt á heimasíðuni hjá Nes kommunu.
Veðurforsagnirnar tykjast góðar. Tað verður turt og eitt lítið lot av útnyrðingi.
Eftir gudstænastuna verður drekkamunnur at fáa, umframt at høvi verður at vitja í Gamla prestagarði og í Nes kirkju, sum bæði liggja beint við.
- Skuldi tað hent, at tað ikki viðrar at hava útigudstænastu hvítusunnudag, verður gudstænastan í staðin í Nes kirkju.
Lagt verður aftrat, at talvan fer at ganga fyri Føroyska Bíbliufelagið, og heitt verður á fólk um at hava egna sálmabók við - ella at taka niður sálmabókaappina á telefonina.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Nes Prestagjaldi.