Sunnudagin hin 21. august klokkan 15 verður gudstænasta í gjónni við Gjógv. Átakið hevur seks ár á baki og gjørdist skjótt ein kærkomin siðvenja.
- Tey tvey koronuárini var einki, men nú taka vit tráðin uppaftur, og í ár verður tað bispur, Jógvan Fríðrikson, sum fer at prædika.
Fyrireikararnir vísa á, at Ari Hammer Joensen verður organistur, og hann fer eisini at spæla Bach umframt variatiónir yvir sálmin “Nú takkið Guði øll”.
- Meðan sálmurin verður sungin, fer Eiðis Ljómfelag at spæla undir.
Undir gudstænastuni í gjónni við Gjógv verður eisini kórsangur, og í ár verður tað eitt felagskór úr Vestmanna Sangkóri og Vágakórinum, stjórnað av Rannvá Matras-Olsen.
- Um viðrar, verður bispur skjútsaður inn í gjónna av kvinnumanning úr Hvalvík og Streymnesi, siga fyrireikararnir.
Fyrireikararnir eru spentir eftir at taka hetta tiltak uppaftur, og tey vóna sjálvsagt, at nógv fólk fara at leita sær til stórbæru náttúruna og góðu løtuna í gjónni.
- Kirkjuráð, bispur, kór og tónleikarar bjóða øllum hjartaliga vælkomnum, verður lagt aftrat.