Týsdagin 7. desember lat Bilasølan v.Øssur Johannesen eina nýggja VW Transporter ambulansu við 2,5 litur TDI motori, 174 hk og automatiskum girum, til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Bilurin er væl innrættaður, praktiskur og lættur at halda. Umstøðurnar eru góðar hjá teimum, sum eru um sjúklingarnar.
IWS-skipan við display er bæði í førarahúsinum og afturi hjá sjúklingunum til at stýra funktiónum sum t.d. ljósum, hita og øllum sum brúk kann verða fyri.
Infusiónsveskan, sum verður nýtt til at geva sjúklingunum dropp, hevur altíð sama hita, sum svarar til likamshitan. Defibrillator er til sjúklingar við hjartastopp.
Í nýggjari tíð í Føroyum hava flestu ambulasur verið hvítar, men sum nakað nýtt er hendan ambulansan gul, sum t.d. verður brúkt í Svøríki og Danmark.
Seinni í hesum mánaðinum fær Landssjúkrahúsið eina heilt eins uppbygda Mercedes-Benz ambulansu frá somu verksmiðju í Finnlandi.
Finska fyritøkan "Profile Vehicles" varð stovnað í 1982 og byrjaði við at uppbyggja sergjørdar minibussar og ambulansur, og longu síðst í 80-unum vóru teir størsta fyritøka, sum uppbyggir ambulansur í Finnlandi.