Dráttur ? Mjølnir 2-3 (25-16, 16-25, 22-25, 25-20, 9-15)
Flogbóltur, kvinnur
Tað var hugaligt at leita sær í høllina á Giljanesi sunnudagin til dystin millum oddaliðini í meistaradeildini Drátt og Mjølnir og síggja mongu áskoðararnar, sum vóru komnir til dystin. Ein viðurkenning av, at Dráttur seinastu árini hevur gjørt eitt gott arbeiði innan flogbólt í Vágun. Ikki bert fólk úr Miðvági og Sandavági var á staðnum, men eisini fólk úr Sørvági.
Landsliðsevni
Og stemningur var í høllini, tá Dráttur legði fyri við at vinna fyrsta settið. Alt riggaði, og klaksvíkingarnir funnu ikki seg sjálvar. Álopsspælið var gott, og tað var í heilum at Dráttur-leikararnir Helga Nordendal og Sólgerð Henriksen buldraðu bóltin í gólvið á miðjuni. Ja, tær vóru landsliðsevni, nú skjótt verður farið til Oyggjaleikir.
Dráttur kom skjótt framum í fyrsta settinum 12-5, og hesin munurin var alt settið. Hetta sá út til at órógva Mjølnir-liðið so mikið nógv, at tær ongantíð fingu sítt eyðkenda spæl at koyra. Og so løgið tað ljóðar, gloymdu tær eisini at taka time-out. Men ein greiður sigur til Drátt við muninum 25-16.
Tove Riksfjord goðar servur
So stórur munur var á fyrsta setti, at roknað var við, at dysturin var avgjørdur. Men hetta vildi Tove Riksfjord annarleiðis. Við sera góðum servum servaði hon frá 2 upp á 9 stig, og Dráttur hevði trupulleikar at vinna bóltin aftur, sjálvt um tær høvdu Marinu Popovic frammi við netið, men hon fekk heldur ikki tær bestu hevingarnar frá Torgun Jónsdóttir hesa løtuna, eisini tí móttøkunar vóru vánaligar..
Og í hesu støðuni byrjaði spælið hjá Drátti so spakuliga at falla sundur. Farið var yvir til at lobba og koyra bóltin yvirum við fingraslagnum, og tá er deyðin vísur, tá ein leikar ímóti Mjølni. Tí her hava tær sína styrki, serliga Margit Joensen og Vera Larsen.
Mjølnir vann settið 25-17 og Dráttur-liðið var í upploysn.
Javnt í triðja og fjórða
Í triðja setti kom Dráttur best frá byrjan og var frammanfyri 8-4, men so fylgdust liðini restina av settinum, og støðan var 18-18 og 20-20. Men við royndu Marjun Kalsø á odda, eydnaðist tað til seinast Mjølni at vinna 25-22. Aftur hetta settið kundi Dráttur havt fingið meira burtur úr, um tær høvdu sligið meira til bóltin. Á Mjølnirliðinum leikti Margit Joensen saman við Berit Norðoy væl frammi við netið hetta settið, eins og ein til tíðir eisini legði til merkis Annu Vilhelm, tá hon royndi seg við onkrum backspike.
Herborg á Mýruni inn
Í fjórða setti valdi Dráttur at seta Herborg á Mýruni inn fyri Elisabet Rasmussen, sum ikki hevði ein sínum bestu døgum.
Og Herborg kom væl frá byrjan. Ein kann siga, at hon var við til at leggja grund til sigurin hetta settið, tí servur hennara ørkimlaðu Mjølnir-liðið almikið. Herborg servaði frá 4 og upp á 11, og hetta gjørdist ov nógv hjá Mjølni at heinta inn aftur. Dráttur vann settið 25-20.
Nervarnir veikari
Seinasta settið var spennandi í byrjanini, tá liðini fylgdust, men við støðuna 8-6, tá skift var síðu, og Dráttur aftur misti ein bólt og kom afturum 9-6, tá sást, at tær mistu mótið. Og tað má ein ikki gera ímóti vælleikandi Mjølnir-liðnum. Mjølnir vann uttan trupulleikar 15-6 og harvið dystin 3-2 og liggur tískil best fyri at fáa til høldar gull-heiðusrmerkini.
Niðurstøða
Samanumtikið kann sigast, at Mjølnir vann, tí tær enn einaferð prógvaðu, at tær høvdu eitt betri grundspæl, men um Dráttur fær betri skil á móttøkunum, so skal ein ikki eina løtu ivast í, at tær hava betru áleypararnar. Eisini skal hevarin ikki vera bangin fyri, at hon ikki býtir bóltarnar javnt ímillum hesar áleyparar, tí bóltarnir mugu hevast har teir vera vunnir.
Liðini møtast aftur um 14 dagar í Klaksvík til landskappingardyst, men eisini 17. februar í steypafinaluni. Og tá er ikki pláss til nervar.