Arbeiðsplássini á fiskivinnum eru gull verd fyri føroyska samfelagið. Tað heldur Rodmundur Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Men hann staðfestir samstundis, at tann parturin av fiskivinnuni, sum fiskar botnfisk, er sera illa fyri. Tí heldur hann, at vit eiga at tora at viðgera spurningin um at lata fiskivinnuni stuðul aftur, fyri at bjarga tí partinum av fiskivinnuni.
Rodmundur Nielsen vísir á, at tað er fleiri ferðir sagt, at ein partur av teimum gjøldum, sum verða kravd frá uppsjóvarvinnuni, skulu latast út aftur til fiskivinnuna. - Hvussu ber tað til, at vit ikki tora at tosa um stuðulsskipanir av ymsum slagi, spurdi hann, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina. - Hvussu ber tað til, at ES londini kunnu veita vinnuni stuðul av ymsum slagi, men vit tora ikki at taka tað upp á tungu.
Fólkafloksmaðurin staðfestir, at arbeiðsplássini í fiskivinnuni hava so stóran týdning kring landið, at tey eru gull verd fyri samfelagið. Hann hugsar ikki bara um manningarnar við skipunum, men arbeiðsplássini í fiskivinnuni á landi. - Arbeiði á flakavirkjunum – ella matvøruvirkjunum sum hann kallar tað, hava verið berandi á teimum ymsu plássunum kring landið, sigur Rodmundur Nielsen. Hesi arbeiðsplássini eru sjálvt grundstøðið undir teirri ólærdu arbeiðsmegini kring landið og samstundis skapar tað ótrúliga stór virði til samfelagið. - Eg skilji ikki, at vit ikki kunnu taka spurningin upp, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at hetta er ein spurningur, sum má takast við, nú samgongan ætlar at nýskipa fiskivinnuna.
|