Gullbrúdleyp

15. november í 1923 var eitt gentubarn borið í heim, einki løgið í tí.

Móðurin kanska heldur ung, vil onkur vera við, knapt 18 ár. Navnið bleiv tó eitt sindur sjálvsamt: Leonia. Tað var abbi hennara, sum hevði lisið um eina kvinnu við hesum navni, og hann var vorðin hugtikin bæði av henni og av navninum. 25. mai í 1929 doyði faðirin. Tá var Leonia 5 ár saman við tveimum yngri brøðrum, ið vóru 3 ár. Maður hennara, Jens Ludvig, misti móðir sína, tá ið hann var 14 ár. Í bókini »Hundredesyv-Visebogen« av Marionnu Clausen sigur Jens Ludvig soleiðis frá:


Den 3. april 1932 blev jeg konfirmeret, og den 4. april kom jeg tilbage til Dalur. Om aftenen samme dag døde min moder hjemme hos os. Det lykkedes, at hun i levende live så mig konfirmeret.

Dér stod vi: min fader 51 år gammel, jeg knapt 14 år, min broder 13 år, min søster 11 år og min bedstefar ca. 80. Min moder var 39 år, da hun døde, men forsynet var os nådigt: en pige fra Husevig, 18 år gammel, Anna Margit Anthoniussen, kom til os og tog fat om vort hus, og klarede det over al forventning. Hun var hos os i 3 år, og jeg gad se, om der findes nogen nu i den alder og under de omstændigheder hun havde, kunde klare det så godt som hun gjorde. Den kvinde er vi tak skyldig.


Lívið skal livast víðari, og menniskjan er tíbetur soleiðis innrættað, at skjótt kann verða gloymt, sjálvt um saknurin allíkavæl er til staðar.

Bæði hava tit sostatt upplivað eitt øðrvísi bygt heim enn tað, tit sjálvi komu at byggja.

Tá ið eg minnist aftur á óvitaárini, er abbin so týðiligur í minninum. Situr á torvkassanum við kørum í hondunum; á komfýrinum liggur ein ullarúgva, og vit sita rundanum ella uppi á komfýrinum og nappa. Tað, at eg nevni abban, er tí, at hann, saman við tykkum, hevur verið við til at gera barnaheim mítt til nakað heilt serligt. Og her er tað, at tit bæði, faðir og móðir, koma inn í myndina. Um tit ikki høvdu verið tey, ið tit eru, so var tað ikki vist, at abbin hevði sitið á okkara torvkassa. Gomul fólk eru ikki altíð líka góð at fáast við, men tú kláraði tað, móðir, og tað skalt tú hava takk fyri frá mær.

Valkvøldið 8. november 1966 andaðist abbin, 85 ára gamal, meðan vit, húsfólkið var inni. Tá var eg 10 ár, og so løgið tað kann ljóða, so minnist eg tað sum eitt hugnaligt kvøld.

Gomul fólk fara, yngri koma til og verða eisini gomul. Soleiðis er lívsleiðin. Tit eru nú bæði farin um »støvets år«, og í tí sambandi vil eg senda eina heilsan til bróðir mín við húski. Tað, at tit eisini búgva í Dali og kunnu vera um foreldur míni, eri eg glaður fyri.

Tillukku við gullbrúdleypsdegnum tann 11. og Guð signi framtíð tykkara.

Heilsan frá okkum á Fuglebjerg.


Tórur