Fótbóltur
Ein javnleikur á útivølli móti B36 er tað, sum KÍ hevur sett til í ár. Hinar 18 dystirnar hevur liðið vunnið, og tí er longu langt síðani, at tær høvdu vissað sær FM-heitið. Eitt heiti, sum verður staðfest leygardagin, tá tær í seinasta dystinum hetta kappingarárið eiga heimavøll móti Skála.
Og við einum hattrick og FM-hattrickum er einki at taka seg aftur í, at KÍ enn eina ferð so ruddiliga hevur staðfest sína mest sum einaráðandi støðu í føroyskum fótbólti. Eitt einaveldi, sum bert er brotið av einstøkum steypasigrum hjá HB og B36 í sama tíðarskeiði.
Spenningurin er tó framvegis stórur um bronsu og silvur. Her eru bert tvey stig millum AB, Víking og B36, og mest avgerandi dysturin í so máta verður á Argjum, har B36 kemur á vitjan. Her skulu B36-kvinnurnar vinna, um tær vilja hava heiðursmerki, og hendir tað, er Víkingur til reiðar at taka silvurið heldur enn bronsuna. Tær spæla á útivølli móti VB/Sumba, sum bert hevur vunnið sær eitt stig hett kappingarárið.