Gullið er á gáttini á Argjum

5-mannafør gentur: Í dag var kappingin hjá Bliki í fitta løtu við Firvald av Tvøroyri

Aftur í dag var tað, sum tað hevur verið allar tær undanfarnu ferðirnar.

Blikur av Argjum vann, og Blikur av Argjum hevur fult stigatal. Tað eru sjey stig aftur til Drekan hjá Havnar Róðrarfelag. Tí kann tað vera, at Drekin verður FM vinnari, um Drekin vinnur á ólavsøku, og um Blikur ikki verður millum sjey teir fremstu.

Men í veruleikanum er tað einki, sum bendir á, at óføru argjagenturnar ikki fara at vinna FM.

Í dag var tað Firvaldur av Tvøroyri, ið ofta hevur vunnið nógv í hesi kapping, sum sum ikki hevur verið so frammarlaga higartil í ár, sum bjóðaði av.

Firvaldur var sera treiskur, og á málinum var Blikur hálvtannað sekund undan Firvaldi, sum afgtur var tvey sekund og reiðiliga tað undan Drekanum.

1 Blikur 5:15.24

2 Firvaldur 5:17.02

3 Drekin 5:19.12

4 Rókurin 5:19.43

5 Frúgvin 5:21.11

6 Fenja 5:23.48

7 Kollur 5:24.39

8 Báran 5:26.07

9 Sílið 5:33.00

10 Ørnin 5:36.30

 

FM

1 Blikur 42

2 Drekin 35

3 Frúgvin 23