Gullnál fyri roysni

Høgni Mohr og Hannus Petersen fingu fyrradagin handaða gullál fyri roysnið, teir sýndu, tá teir herfyri bjargaðu 11 ára gamla Kjartani Festirstein

Illveður var tann dagin, tá ellivu ára gamli Kjartan Festirstein var so óheppin at detta á sjógv á veg heim til húsa á Argjum. Nógvi vindurin gjørdi, at Kjartan skjótt rak út frá landi, og mundi hann vera einar 70 metrar út frá Argjalandinum, tá bjargingarmenn hansara lupu á bláman.

Hannus og Høgni ivaðust onga løtu í at leypa á bláman í illveðrinum tann 9. september, hóast teir vistu, at teir sjálvir settu lívið í vága. Teir skuldu bjarga hesum unga lívinum, og tað gjørdu teir eisini.

Sum heiður fyri stóra bragdið, fingu teir fyrradagin handaða gullnál frá Leif Eriki Niclasen, gullsmiði í Havn.

? Eg kann ikki lata vera við at hugsa um nakað, ið ikki hevur beinleiðis samband við hetta. Tit eru ungir og hava livað, sum øll onnur ung, í vanda fyri at doyggja í ferðsluni. Men deyðir eru tit ikki, og kanska var ein meining við júst hesum, segði hann, tá hann setti nálirnar á bringur teirra.