Gullprát við neistakvinnur og steypahandanin

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við fegnar neistakvinnur. Vit hoyra eisini løtuna, tá tær fingu handað FM-steypið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi aftaná seinnu FM-finaluna millum Neistan og Kyndil, sum Neistin vann 13-12, umframt, at neistakvinnur vunnu fyrru FM-finaluna 25-17, og eru tær sostatt FM-vinnarar 2016.

 

Millum mongu stuttu prátini hoyra vit Fríðu Petersen, Eir Berg, Marjun Danberg og Flemming Raben, venjara. Øll leggja stóran dent á, at Neistin hevur megnað at vunnið greipuna uttan útlendskar spælarar. 

 

Vit hoyra eisini í endanum av ljóðbrotinum Eiler Einarson frá HSF.