Nú klokkan 21 verður skipað fyri móttøku í bygdarhúsinum á Strondum. Tað er Sjóvar kommuna, sum bjóðar øllum at vera vælkomin at fegnast saman við og fagna nýklæktu FM vinnarunum í kvinnuhondbólti. StÍF hevur í kvøld við rimmar 30 – 20 heimasigri ímóti Neistanum tryggjað sær FM. Spælt var best av fimm finalum, og StÍF sigurin í kvøld ber við sær, at støðan er 3 – 1 til strandingar. Eingin orsøk er at spæla fimtu finaluna, tí alt er avgjørt.
Tað lá ikki í kortunum frá kappingarbyrjan og heldur ikki, tá ið grundspælið var liðugt, at StÍF taldist millum favorittarnar at vinna FM. StÍF var í stórari kapping við VÍF um at røkka í hálvfinalurnar.
Tað eydnaðist at vinna fjórða plássið og at røkka hálvfinaluni. Har dystaðust Kyndil og Neistin um annað finaluplássið. Ta kappngina vann Neistin. H71 og StÍF dystaðust um hitt finaluplássið, og ta kappingina vann StÍF.
Og í kvøld hevur StÍF skrivað søgu við fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna FM í kvinnuhondbólti.