Klokkan 16 fer Rúni Gaardbo at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli, har FM vinnararnir í KÍ og steypavinnararnir í B36 fara at spæla og harvið markera, at nú verður farið undir nýtt kappingarár.
FM steypið varð handað KÍ í Gøtu leygardagin 30. oktober, og B36 vann finaluna um løgmanssteypið leygardagin 4. desember. Í dag er tað Stórsteypadysturin, sum er á skránni.
Tað eru FSF og Lions Club í Føroyum, ið samstarva um dystin og alt rundanum. FSF tekur sær av ti fótbóltsliga, og Lions tekur sær av tí, ið fevnir um vælgerandi partin.
Tað er Epilepsifelagið, sum í ár fær ágóðan av bæði stórsteypadystunum hjá kvinnum og monnum, umframt stórsteypadystunum í hondbólti, sum vórðu spældir í september í fjør, so samlaða upphæddin, ið er til avlops frá teimum tilsamans fýra dystunum, kemur Epilepsifelagnum til góðar.
Stórsteypadysturin hjá kvinnunum, ið verður millum KÍ og NSÍ, sum ávikavist vóru føroyameistari og steypavinnari í fjør, verður spældur á Tórsvølli um smáar tvær vikur, leygardagin 12. mars klokkan 17.
Stórsteypadystir, menn
2007: B36-HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)
2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0
2009: EB/Streymur-HB 1-3
2010: HB-Víkingur 2-1
2011: HB-EB/Streymur 0-2
2012: B36-EB/Streymur 1-2
2013: EB/Streymur-Víkingur 1-0
2014: HB-Víkingur 1-2
2015: B36-Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk)
2016: B36-Víkingur 0-1
2017: Víkingur-KÍ 2-1
2018: Víkingur-NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk)
2019: HB-B36 1-0
2020: KÍ-HB 1-1 (5-4 eftir brotsspørk)
2021: HB-NSÍ 3-1