Gunnar er í Newcastle

Í enska Premier-League vilja tey fegin læra føroyska málverjan nærri at kenna. Og mánadagin fer Adrian Cieslwicz fyri aðru ferð til Liverpool

Fótbóltur

Ein av evnaríku føroysku fótbóltsspælarunum, sum hevur gjørt nógv um seg seinastu tíðina, er Frem-málverjin, Gunnar Nielsen. Eftir at hann í tvey ár hevur verið eykamálverji hjá Frem, hevur hann í ár verið nógv sjónligari, tá Jørgen Nielsen varð skaddur. Samstundis hevur hann verið at kalla fastur maður í føroyska landsliðshópinum, og tó at hann ikki hevur vart føroyska málið, so leggja útlendsk feløg til merkis, tá ein somikið ungur málverji verður tikin við í aljóða høpi.
Enn er tað tó ikki so, at talan tykist verða um nakað sáttmálatilborð frá enska felagnum.
- Teir í Newcastle vilja bara hyggja nærri at Gunnari, og tí hava teir boðið honum yvir. Meira enn tað sama er talan ikki um í løtuni, sigur Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá føroyska málverjanum.
Og tað er einki at ivast í, at hóast okkurt skuldi spurst burtur úr vitjanini, so er framvegis langur vegur eftir hjá Gunnari. Í málinum hevur Newcastle nevnliga írska landsliðsmálverjan, Shay Given, sum verður mettur sum ein av bestu málverjum í Bretlandi. Hinvegin, so man tað júst vera frá slíkum málverjum, at møguleikin fyri lærdómi er størstur, og tað er væl nakað, sum tú ongan tíð fært ov nógv av.

Adrian til Liverpool
Jákup hevur annars úr at gera í løtuni. Soleiðis fór hann mánamorgunin til Liverpool saman við unga vágbinginum, Adrian Cieslewicz. Adrian var fyri stuttum til venjingar í mest siðvanda felagnum av øllum í Onglandi, og eftir øllum at døma, hava tey verið væl nøgd um tað, sum tey sóu. Somikið væl nøgd, at Adrian nú er boðin aftur til felagið.