TF Holding er eitt av feløgunum sum skal hava fingið tilboð um at keypa Føroya Banka, men hetta avsannar stjórin, Gunnar í Liða Nógv rok hevur staðist av fyrispurningunum í tinginum um privatiseringina av Føroya Banka. Argumentir og pástandir hava fokið aftur og fram, og í grundini er einki at siga til, um fólk eru ørðkymlað og ikki vita, hvat gongur fyri seg.
Í sambandi við søluna av bankanum eru nevnd fýra feløg, sum skulu hava fingið forhonds tilboð um at keypa bankan. Tey eru Lív, Tjaldur, P/F 14 og TF Holding.
Sosialurin hevur vent sær til TF Holding fyri at vita, um teir hava fingið nakað tilboð frá landsstýrinum um keyp av Føroya Banka. Og svarið frá Gunnari í Liða, stjóra í felagnum, er ikki at misskilja:
- Eg kann staðiliga avsanna, at vit hava fingið nakað tilboð um at keypa Føroya Banka!
So skuldi tað verið greitt.
Stjórin í TF Holding sigur, at tað er vanlig mannagongd í sambandi við privatiseringar og aðrar líknandi sølur, at nakrir ávísir potentiellir keyparar verða »presenteraðir fyri projektinum«, sum hann málber seg, men tað hendir uttan at nakað lyfti ella tilboð um keyp fylgir við. Hann vil tó hvørki vátta ella avsanna, um teir eru » presenteraðir fyri projektinum«. Men øll kunnu gera sínar egnu niðurstøðu.
Men hetta er eisini júst í tráð við tað, sum landsstýrismaðurin hevur ført fram, og samsvarar eisini við tað, sum er komi? fram eftir nú famøsa fundin í Fíggjarmálaráðnum mikudagin undan páskum.