Gunnar Nielsen gjørdi sjálvmál

Tað sær svart og vónleyst út hjá Silkeborg og Gunnari Nielsen nú. Silkeborg hevur í kvøld tapt 2-0 ímóti Horsens á útivølli.

 

Tað fyrra málið hjá Horsens var ógvuliga margháttligt. Talan var um eitt sjálvmál, har Gunnar Nielsen royndi at boksa bóltin burtur, men vanlukkutíð boksaði Gunnar Nielsen bóltin í egið mál. Tá vóru bert 10 minuttir farnir av dystinum.

 

Sjálvmálið hjá Gunnari sæst á hesari leinkjuni : onside.dk/superligaen/se-silkeborg-keeper-score-selvmaal-mod-horsens

 

Tað gleðiliga var tó, at ungi føroyingurin hjá Silkeborg, Ari Mohr Jónsson fekk seinasta hálva tíman á vøllinum. Viggo Jensen venjari hjá Silkeborg rósti eisini unga Ara Mohr Jónssyni á sjónvarpsrásini "TV3 Sport 1" fyri løtu síðani.

 

Silkeborg hevur nú fýra stig upp til Brøndby á tí næstaftasta plássinum, og fimm stig upp til Horsens á tí triðaftasta plássinum.

 

Tað eru bert tvey umfør eftir í donsku superliguni, og tí eru vónirnar hjá Silkeborg at yvirliva í tí bestu deildini ógvuliga smáar, fyri ikki at siga ongar, tí Horsens og Brøndby møtast í tí seinasta umfarinum, og har fáa liðini so, ið hvussu er eitt stig í part.

 

Nr Lið Dystir Vunnir Javnir Taptir Stig

 

8. OB 31 10 7 14 37 stig

9. SønderjyskE 31 11 4 16 37 stig

10. AC Horsens 31 8 10 13 34 stig

---------------------------------------------------------

11. Brøndby IF 31 7 12 12 33 stig

12. Silkeborg 31 8 5 18 29 stig