Gunnar Nielsen skaddur

Gunnar Nielsen gjørdist skaddur í landsdystinum móti Estlandi í vikuni. Fyrst mátti hann fáa hjálp, tá tummilin fór úr lið. Tað eydnaðist hjálparfólkinum hjá landsliðnum at fáa tummilin uppá pláss. Eftir dystin gjørdist Gunnar varugur við, at økkurt ikki var sum tað skuldi í vinsta lærinum.

 

- Eg havi verið og fingið tikið røntgen myndir av lærinum og tað sær út til, at tað er ein lítil fibur í lærinum, sigur Gunnar Nielsen úr telefonini úr Onglandi við Miðlahúsið.

 

Tað er óvist hvussu leingi Gunnar verður skaddur, men sum skilst, so er skaðin ikki so álvarsamur.

 

Tranmere Rovers var í eldinum í dag. Teir vóru á vitjan í Huddersfield og tað endaði við málleysum javnleiki. 18-ára gamli Joe Collister stóð í málinum fyri Gunnar.