Gunnar Nielsen útvístur úr Danmark

Innan 10 dagar skal Gunnar G. Nielsen, sum í fýra ár spældi fótbólt í Føroyum, úr Danmark. Tað krevur danska Uttanríkisráðið. Gunnar Guillermo Nielsen, sum er ættaður í Argentina, hevur danskan abba, og hevur búð í Danmark, síðani hann flutti úr Føroyum í fjør. Gunnar Nielsen spældi í fýra ár fótbólt fyri ÍF, GÍ og KÍ. Bæði áðrenn og eftir tað hevur hann búð í Danmark.

Tá Gunnar upprunaliga kom til Danmarkar, fekk hann orsaka av familjubondunum eitt fyribils uppihaldsloyvi, ið var galdandi í fimm ár.

Fyri einum ári síðani søkti Gunnar um varandi uppihaldsloyvi í Danmark.Og herfyri kom noktandi svar. Gunnar fekk samstundis 30 dagar til at pakka viðføri og sleppa sær úr Danmark. Nú eru 20 dagar farnir, og um tíggju dagar skal hann vera á veg til Argentina.

? Eg kenni meg næstan sum ein brotsmann, sigur Gunnar Nielsen við Sosialin í dag.

Hann hevur nú kært niðurstøðuna hjá donsku Udlændingstyrelsen, og vónar at avgerðin verður broytt.

? Eg vóni heldur bara tað besta, og fái helst svar upp á klagu mína í vikuni, sigur Gunnar Nielsen.

Gunnar Nielsen gongur á ítróttarskúla í Danmark og hann spælir fyri 1. deildarfelagið Fredericia.