Gunnar og Atli: Mín fyrsti landsdystur

Gunnar Nielsen og Atli Gregersen spæla sín landsdyst nummar 50

Aldursforsetarnir á føroyska landsliðnum spæla sín landsdyst nummar 50, tá Føroyar í morgin seta hol á nýggju EM-undankappingina. Liðskiparin á føroyska landsliðnum fekk ikki sínar fyrstu minuttir í landsliðstroyggjuni, fyrr enn hann var 27 ára gamal. Soleiðis minnist hann sín fyrsta landsdyst.

 

Brot úr grein í Sosialinum í dag

 

- Tað var móti Serbia í 2009. Tað var fyrsta úttøkan hjá Brian Kerr. Vit vóru samlaðir á hotellinum í fleiri dagar. Eg hevði uppgivið at koma á landsliðið, tí eg var so gamal, men eg var betri fyri, tí vit høvdu fingið Jógvan Martin Olsen sum venjara í Víkingi. Tað var ringt at lesa venjingarnar hjá Brian Kerr, tí ongin spældi har sum tú væntaði. Tí vistu vit heldur ikki liðið, fyrr enn dagin fyri. Tá segði hann, at eg skuldi spæla í miðverjuni. Fyrst tvídystur var við risan, Nikola Zigic, sum rendi meg rund í luftini. Tá hugsaði eg mítt. Vit taptu 2-0, men eg haldi vit kundu havt fingið okkurt meiri bruturúr. Tað var stórt at spæla mín fyrsta landsdyst, sigur Atli Gregersen við Sosialin í dag.

 

Gunnar Nielsen spælir eisini sín dyst nummar 50, tá landsliðið í morgin spælir móti Malta í fyrsta EM-undankappingardystinum á hesum sinni. Soleiðis minnist hann sín fyrsta landsdyst:

 

- Tað var móti Íslandi á útivølli. Heðin Askham var venjari og var fyri nógv kritikki, tí hann tók eitt so ungt landslið út. Tað var fantastisk at vinna dystin, tí umstøður vóru eitt sindur avbjóðandi við at Jákup Mikkelsen ikki var úttikin. Tað var eisini fantastiskt at spæla móti Íslandi, tí eg eri sjálvur hálvur íslendingur. Annars var mín fyrsta landsliðsúttøka longu sum 17 ára gamal, tá landsliðið var á venjingarlegu í La Manga. Eg hevði kamar saman við legenduni Óla Johannesen og Henrik Larsen var venjari, sigur Gunnar Nielsen við Sosialin í dag.

 

Føroyar spæla móti Malta á Ta´Qali leikvøllinum í morgin klokkan 17. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.