Gunnar og Kaj Leo stevna ímóti meistaraheitinum

Nógv skal ganga galið, um Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu ikki blíva íslendskir meistarar. Men landsliðsmálverjin leggur dent á, at arbeiðið skal gerast liðugt

Tveir føroyskir landsliðsleikarar, Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu, spæla til dagliga við íslendska FH, sum í fjør gjørdist íslendskur meistari. Tá var ongin føroyingur við á liðnum, men FH úr Hafnafjørði er í øllum førum ikki versnað, síðani føroyingarnir báðir komu upp í part. Fimm umfør eru eftir av íslendsu Pepsideildini, og nógv skal ganga galið, um Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu ikki gerast íslendskir meistarar.

 

Prátað varð við landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen, eftir javnleikin týskvøldið ímóti Ungarn.

 

- Fimm dystir eru eftir, og vit eru á odda við sjey stigum. Tað sær gott út, men arbeiðið skal gerast liðugt. Vinna vit íslendska meistaraheitið, so hevði tað verið ómetaliga stuttligt, sigur Gunnar Nielsen.

 

Hetta er annað árið á rað, at Gunnar Nielsen, sum er hálvur íslendingur og tósar flótandi íslendskt, spælir í Íslandi. Í fjør spældi hann við Stjarnuni, áðrenn boð vóru eftir honum í FH. Eftir hetta kappingarárið væntar Gunnar Nielsen, at hann heldur fram í Íslandi.

  

- Eg havi tvey ár eftir av sáttmálanum við FH, men man veit ongantíð í fótbólti, hvat framtíðin hevur at bjóða. Beint nú er sera sannlíkt, at eg eisini fari at spæla við FH framyvir, sigur Gunnar Nielsen.

 

Føroyski landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, er eisini skrásettur leikari hjá FH, men hann er útleigaður til Fylkir, ið er næstaftast og hevur fýra stig upp til niðurflytingarstrikuna.

 

Sunnudagin er stórdystur á skránni hjá FH, tá ið nummar tvey í deildini, Breiðablik, kemur á vitjan. Vinnur FH hendan dystin, so er nærum óhugsandi, at felagið ikki vinnur íslendska meistaraheitið annað árið á rað. 

 

Samstundis spæla Fylkir og Sonni Ragnar Nattestad á heimavølli ímóti Víkingi, sum er nummar níggju í Pepsideildini - fimm stig framman fyri Fylkir.