Tað verður Gunnar Holm-Jacobsen, sum skal stjórna uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni.
Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá fyri løtu síðani.
Talan er um eitt fyribils deildarstjórastarv sum avloysari fyri Herálv Joensen, sum fer í starv sum stjóri í Føroya Reiðarafelag.
Gunnar Holm-Jacobsen er 48 ára gamal og er útbúgvin løgfrøðingur. Hann hevur drúgvar royndir í landsfyrisitingini. Hann byrjaði í Vinnumálaráðnum í 1998, og síðani hevur Gunnar arbeitt bæði í Uttanríkisráðnum og á Løgmansskrisvtouni. Frá 2008 til 2012 var Gunnar sendimaður Føroya í Brússel .