Gunnar vann spurtin

Súkkling - Gunnar Dahl-Olsen var ein av fimm súkklarum, sum vóru á odda tað mesta av teininum í gjár, og tá teir nærkaðust málinum í einum øgiligum spurti, var hann tann drúgvasti og vann

Hóast hann gongur ímóti teimum 46, er Gunnar Dahl-Olsen framvegis ikki lættur at syfta hjá teimum yngru súkkl­arunum. Tað fingu teir at kenna, tá endaspurturin hjá teim­um fimm fremstu skuldi set­ast inn í miðbýnum í Havn í gjár, tá Statoil Kring Føroyar end­aði.
Longu úti við Strond byrjaði taktiska spælið, har tað ráddi um at koma sær í best hugsandi støðu, og tá fekk Gunnar lagt lunnar undir sigurin, tí hann megnaði at plasera seg so væl, at hann kundi gerast fremstur av teimum fimm, tá teir allir komu á mál við somu tíð.
– Tá vit komu til Eik yviri við Strond, royndi eg at liggja væl fyri, tí eg kendi jú umstøðurnar, sum vóru, tá vit fóru at nærkast mál­inum, sigur Gunnar, ið ikki helt tað vera verri fyri seg, at hann visti, hvussu tað sá út, har teir skuldu royna at taka tey allarseinastu tøkini.
– Onkur av útlendingunum var eitt sindur ørkymlaður av teimum báðum rundkoyr­ing­unum, vit skuldu ígjøgnum, so tað gjørdi tað ikki verri fyri meg. Mín ætlan helt so allan vegin, og eg eri sera glaður fyri, at tað eydnaðist mær at vinna kappingina henda síðsta dagin.
Ótrúliga hart
Umframt Gunnar og liðfel­ag­an, Gudmund Joensen, ið beinan­vegin fóru avstað, tá nakr­ir av útlendingunum royndu at skræða seg leysar longu í Saksunardali, vóru eis­ini Árni Már Jónsson, Jacob Agger Troelsen og Gunn­laugur Jónasson við í fremsta bólk­inum tað mesta av teininum.
Súkklararnir byrjaði í brenn­andi sól í Tjørnuvík klokkan 14, men tað var nokk so skjótt, at føroyska veðurlagið spældi inn, so tað bleiv mjørki tað allar­mesta av øllum teininum.
– Eg visti, at vit vóru sterkir og kundu klára tað. Uppgávan hjá Gudmundi og mær var at verja oddasessin hjá Torkili, men sum tað lagaði seg, sat hann longur afturi við góðum kort­um á hondini, so vit kundu satsa uppá at fáa liðsigurin til høld­ar, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið viðgongur, at tað veruliga ráddi um at geva alt á tein­inum í gjár.
– Men hetta var bæði hart og spennandi, og fyri mítt við­komandi var tað ótrúliga hart at koma av Gomlurætt niðan á Velbastaðháls. Tá mátti eg so royna at samla kreft­irnar, so eg kundi vera við í enda­spurt­inum, og tað gekk tíbetur!