Á mentanarnáttini fríggjakvøldið klokkan 20 verður livandi tónleikur á parkeringsplássinum uttan fyri handilin hjá Fótbúna í handisgøtuni í Havn. Tað verður Dániel Gomez, sum fer at syngja og spæla og seta sín hugnaliga dám á við handilin, og her verða eisini góð tilboð á mentanarnáttini.
Tað eru hjúnini, Súsan og Bjarni Joensen, sum eiga og reka Fótbúna, og Súsan sigur, at tey áður hava havt slík tiltøk inni í handlinum, men við atliti til koronu-støðuna, hava tey hesaferð valt at hava tiltakið uttandura. Í handlinum eru eisini møguleikar at spritta, tí beint, tá tú kemur innar, hongur sprittdunkur til hendurnar.
Nú summar er í hondum, skúlarnir nærkast endanum, og stevnur og festivalar verða hildnir kring landið - um koronu-støðan loyvir tí - eru tey mong, sum fara at leita sær føroysku klæðini fram til ymisku høvini.
Og júst til føroyska mannfólka-og kvinnubúnan veitir Fótbúni eina forvitnisliga tænastu til síni viðskiftafólk. Umframt at selja skógvar við spenni til høvi, hevur handilin eisini ortopediska skómakaran, Gunnhild Mørkøre, knýtta at sær.
Ortopediski skómakarin hevur egið verkstað á Karlamagnusarbreyt 16 b í Havn, men hon starvast eisini sum avloysari í Fótbúna hvønn hósdag frá klokkan 10-14. Í nøkur ár hevur Gunnhild eisini havt avtalu við Fótbúna um, at fólk, sum skulu hava okkurt gjørt við skógvarnar, kunnu lata teir inn í handlinum í Tróndargøtu.
Súsan Joensen fegnast um hesa eykatænastu, sum tey kunnu veita sínum viðskiftafólkum og sum viðskiftafólk, ið hava brúk fyri tænastuni, eru sera fegin um. - Gunnhild Mørkøre er kreativur skómakari, og í nøkur ár hevur hon arbeitt nógv við at umskapa bæði mannfólka-og kvinnuskógvar til føroysku búnarnar.
- Úrvalið av skóm, sum verða keyptir til føroyskar búnar, er lutfalsliga lítið, og tað eru fáir handlar, sum selja hesar skógvar. Hetta eru vanliga norskir skógvar, og summir eru ofta harðir.
Súsan Joensen vísir á, at nú tey hava eitt so gott samstarv við Gunnhild Mørkøre, kunnu tey í felag bjóða viðskiftafólki - bæði monnum og kvinnum - at keypa einar skógvar í Fótbúna, sum teimum dámar, og síðan syrgir skómakarin fyri, at skógvarnir verða umgjørdir við spenni í til føroyska búnan.
- Vit selja soleiðis bæði teir norsku skógvarnar til føroyska búnan og tilgjørdar skógvar, sum skómakarin tekur sær av, og eg vil meta, at vit selja umleið líka nógv av báðum, sigur Súsan Joensen.
Gunnhild Mørkøre gjørdist útbúgvin skómakari í 2009, og sum ortopediskur skómakari dugir hon alt til skógvar, bæði við innleggum og ymiskum spesialskógvum. - Mær dámar væl at sniðgeva, og tað eru fleiri, sum fáast við klæði. Øll skulu ikki gera tað sama. Eg havi altíð elskað skógvar, og tí var tað nærliggjandi hjá mær at læra til skómakara, sigur hon.
Gunnhild sigur, at hon hevur nógv at gera á verkstaðnum, og her eru øll vælkomin at spyrja seg fyri.
- Eg geri eisini ymiskar uppgávur fyri viðskiftafólk eftir ávísing frá almannaverkinum.
Ortopediski skómakarin vísir á, at tað er ymiskt, sum fólk hava tikið ímóti skógvunum til føroyska búnan, sum hon og Bjarni, maður Súsan, líka sum hava sniðgivið í felag.
##med2##
Men, tey eru mong, sum halda, at teir rigga ordiliga væl.
- Alt byrjaði við, at tað var Bjarni Joensen sjálvur, sum skuldi hava einar skógvar til síni føroysku klæði, sigur Gunnhild Mørkøre brosandi og leggur aftrat, at tað eru serliga skógvar við elastikki - og ikki lissum - ið rigga best til spennið og føroyska búnan.
- Tað eru nógv snið av skóm, bæði til menn og kvinnur, sum kunnu umgerast og brúkast til føroyska búnan, sigur ortopediski skómakarin.