Gunnlaugur á odda

Íslendski veteranurin, Gunnlaugur Jónasson úr Hjólreiðufelag Reykjavíkur, hevur lagt seg á odda eftir prologin í Statoil kring Føroyar.

Mikudagin var farið undir árligu Statoil kring Føroyar súkklukappingina. Ein prologur var súkklaður í Klaksvík, og í ár var prologurin ein einkultstartur upp á átta kilometrar.

Útlendingarnir frammalaga
Tað var íslendski veteranurin, Gunnlaugur Jónasson, sum stóð seg best í kappingini mikudagin. Hann brúkti tíðina 11 minuttir og 30 sekund, og næstur honum var Gunnar Dahl Olsen, sum hevði átta sekundir fleiri enn íslendingurin um at súkkla teinin. Danin Niels Jakob Thomsen hevði triðbestu tíðina, og hann var einans fýra sekund aftan fyri Gunnar. Næstfremsti føroyingurin er Sverri Mohr Edvinsson, ið liggur nummar fimm í samlaðu støðuni.
Eftir evstamark hjá blaðnum í gjár var súkklað í Eysturoynni. Byrjað varð á Oyri, og súkklað var um Eiðisskarð til Oyndarfjarðar, gjøgnum Leirvíkartunnilin og aftur eftir tí gamla vegnum, áðrenn súkklað var út eftir Skálafjørðinum út á Nes og runt Agnið, áðrenn komið var á mál við Statoilstøðina í Runavík. Teinurin, ið var súkklaður í Eysturoynni, var góðar 131 kilometrar til longdar.
Í dag verður súkklað á Sandoynni, og aftur í dag er talan um einkultstart. Hesaferð er einkultstarturin tó væl longri, enn hann var í prologinum, tí á Sandoynni verður súkklað slakar 21 kilometrar.

Íslendingar eisini best hjá ungdóminum
Ein serstøk kapping er eisini fyri ungar súkklar, og eisini her eru íslendingarnir fremstir. Tann bert 15 ára gamli Anton Ørn Elfarsson úr Reykjavík vann mikudagin prologin, og næstur honum var landsmaðurin Kári Brynjolfsson, eisini úr Reykjavík. Besti føroyingurin hjá teimum ungu var Torkil Veyhe úr Tórshavnar Súkklufelag, men nokk so fitt er upp til teir báðar íslendingarnar.