Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, er harmur um, at formaðurin í Starvsmannafelagnum hevur tikið tað illa upp, sum hann segði við Sosialin leygardagin.
Tá fanst Jørgen Niglasen at fakfeløgunum fyri at hava sett órímilig krøv í samráðingunum um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli.
-Tað er órímiligt at krevja lønarhækkingar uppá 30-40% í einum helt hann. Hann helt eisini, at tað var at seta trygdina á sjónum uppá spæl.
Gunnleivur Dalsgarð helt, at hetta vóru so grovar ákærur, at Jørgen Niclasen skyldaði teimum eina umbering.
Meinti ikki við teir
Men tað skilst, at formaðurin í Starvsmannafelagnum eigur ikki at føla seg raktan. Tí nú Jørgen Niclasen útgreinar tað hann segði, leggur hann dent á, at tað var ikki Starvsmannafelagið, hann meinti við.
-Eg havi onki at harta Starvsmannafelagið fyri, tí limirnir í tí hava altíð verið lagaligir og tað eru ikki teir, sum liggja í buktini. Eisini eru tað limir í Starvsmannafelagnum, sum ansa eftir Brimli í løtuni. Jørgen Niclasen leggur afturat, at hesa tíðina, hann hevur havt ábyrgdina av Fiskimálastýrinum, hevur hann ikki havt ringar royndir av Starvsmannafelagnum.
Men Jørgen Niclasen heldur fast um, at Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið spenna bogan hart, tá ið tey krevja 30-40% í lønarhækking.
Og hann heitir framvegis á partarnar um at fara til samráðingar. Men sjálvir fær hann ikki gjørt stórvegis, tí samráðingarnar eru undir Fíggjarmálastýrinum.