Millum gestirnar til móttøkuna á Etika matstovuni í Keypmannahavn farna vikuskiftið var kenda danska modellið Oliver Bjerrehuus, og við sær hevði hann føroyku unnustu sína, Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard.
Lagið var gott, og tey vóru stolt av stóra búkinum hjá Gunnvør, sum er við barn.
- Vit møttust faktiskt í Netto. Vit keyptu bæði inn og prátaðu. Seinni hittust vit aftur, og so gekk ein tíð, áðrenn vit funnu saman, sigur Gunnvør Dalsgaard.
Og vistu tú, hvør tað var, tá tú møtti honum?
- Jú, tað visti eg væl.
- Men hon lat sum um, hon ikki kendi meg, leggur Oliver Bjerrehuus afturat.
Oliver Bjerrehuus hevur arbeitt nógv sum modell og ger tað framvegis. Gunnvør hevur eisini arbeitt innan mótaheimin, á blaðnum Vice í New York, so tey hava ferðast eitt sindur millum USA og Danmark. Tey skulu aftur til USA í næstu, men í apríl, tá ið hon er sett at eiga, skulu tey verða í Danmark.