Gurið finst at dómaraavrikinum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Veteranurin hjá VB var ikki nøgd við dømingini í fyrru hálvfinaluni millum VB og Neistan suðuri í Vági

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við veteranin hjá VB, Gurið K. Augustinussen, sum skeyt eitt mál, tá VB á heimavølli tapti fyrru hálvfinaluna í Faxe Kondi steypakappingini 17-22 (10-10) til Neistan. Seinna hálvfinalan verður leikt í høllini á Hálsi í Havn komandi sunnudag klokkan 15.

 

Gurið K. Augustinussen er ikki nøgd við dómaraavrikið, har hon heldur, at tær í VB fingu ov nógvar dømingar ímóti sær í dag.

 

Á jaligu síðuni er VB-veteranurin nøgd við verjuspælið. Hon heldur, at tað er sera gott at halda Neistanum niðri á 22 málum. Á neiligu síðuni er tó, at VB-kvinnurnar ikki gagnnýta sínar málmøguleikar betur, og tað má rættast til seinnu hálvfinaluna.


Gurið K. Augustinussen heldur, at tær í VB kunnu vinna samlað yvir Neistanum, og koma í finaluna í Faxe Kondi steypakappingini.