Gurið Mortensen verður ikki at síggja sum spælari hjá hondbóltskvinnunum hjá VB í vetur. Gurið er nevnliga við barn, og so er líka sum trupult at hava ein leiklut á vøllinum samstundis. Hinvegin stendur greitt, at tað verður Gurið, sum skal standa á odda fyri einum rættiliga umskipaðum VB-liði. Gurið verður nevnliga venjari hjá einum liði, sum í ár skal standa seg uttan útlendsku stuðlarnar, sum liðið hevur notið gott av seinastu árini. Ístaðin verður satsað upp á egnar spælarar, sum hóast alt ikki eru so heilt fáar í tali.