Gustav nærkast landi

Næstan tvær milliónir amerikanarar flýggja undan ódnini Gustav, sum kemur inn yvir land í kvøld Sambært teimum seinastu forsagnunum kemur Gustav inn yvir land nakað vestan fyri býin New Orleans. Myndugleikarnir hava biðið fólk sleppa sær burtur, og næstan tvær milliónir fólk hava gjørt eftir áheitanini.

Úr New Orleans verður sagt, at har hevur verið veksandi vindur síðani í gjárkvøldið, og veðurmenninir siga, at ódnin kemur inn yvir land í kvøld.

Amerikanska ódnarávaringin sigur, at Gustav verður minst líka ring sum ódnin Katrina, sum herjaði New Orleans fyri trimum árum síðani.