Ógvusligur ófriður í Belfast

Harðir samanbrestir vóru í gjárkvøldið í norðurírska býnum Belfast millum løgregluna og fólk, sum eru í øðini um nýggjar flaggreglur, sum býráðið hevur samtykt. Samtyktin hjá býráðnum ber í sær, at nú skal tað bretska flaggið ikki veittra á ráðhúsinum í Belfast hvønn dag, men bara nakrar serligar flaggdagar.

Upprunaliga kravdu tey tóðskaparsinnaðu, at ráðhúsið skal als ikki flagga við Union Jack, men partarnir samdust um eina neyðloysn, sum ger, at tað bretska flaggið verður vundið á stong 17 ávísar dagar um árið.

Men fleiri av teimum, sum vilja varðveita verandi flaggreglur, eru í øðini um broytingina. Tey hava mótmælt alla vikuna, og í gjárkvøldið endaði tað við hørðum samanbrestum við løgregluna. Fólk settu eld á bilar og ruskspannir og tveittu grót eftir løgregluni. BBC sigur, at 12 fólk vórðu tikin, og at 14 løgreglufólk fingu skaða.