Um tit ynskja ein ella fleiri flokkar av sjúkrarøktarfrøðingum er ikki neyðugt at niðurgera ein annan fakbólk.
Vit hava sama áhugamál, tað at vera um sjúk og veik fólk, og geva borgarunum ta bestu røktina.
Vit áttu at staðið lið um lið, og havt eitt tvørfakligt samstarv.
Nøkur velja útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing og onnur velja heilsurøktara.
Háðan av einum fakbólki.
Ferð aftan á ferð hoyrist og lesast kann, at um ikki sjúkrarøktarfrøðingar við bachelor útbúgving passa sjúklingarnir, viðførir tað, at innleggingartíðin økist, fleiri komplikatiónir veðra, og deyðiligheitin økist.
Tit vísa á, at ein ørgrynna av kanningum úr Amerika og Stóra Bretlandi stuðla hesum pástandinum. Tað er grovur pástandur, og tað eggjar ikki fólki at søkja inn á heilsuskúlan. Mær vitandi hava tey eitt annað heilsuverk, og kann tí ikki samanberast við heilsuøkið og útbúgvingarnir her hjá okkum. Hevði tað etiska ráðið borið seg rætt at, so áttu tær, áðrenn tær koma við so grovum pástandum, at víst til kanningar har bæði heilsuverk og útbúgvingarstøðið, kann samanberast við okkara. Mær vitandi er tað vit best kunnu samanbera okkum við heilsuverkið í norðurlondum.
Hvat er ætlanin hjá tykkum? Ætla tit at máa støðið undan heilsuskúlanum, soleiðis at tað bert vera sjúkrarøktarfrøðingar á bachelorstøði í røktini?
Nakrar av kanningunum tit vísa til, eru kanningar sum systirfakfeløg hjá tykkum standa fyri. Tí kann hugsast, at hesar stuðla tykkara áhugamálum.
Eitt av okkara áhugafeløgum, sum er FOA HYPERLINK "http://www.foa.dk" www.foa.dk gevur blað út, har mann kann lesa eina ørgrynnu av lesnaði um, hvussu sosial- og sundhedsassistentar (í Føroyum heilsurøktari), verða gagnnýttir til fulnar á nógvum økjum. Tær fáa fakliga viðurkenning fyri tað megnar arbeiði tær útinna.
Fakliga viðurkenning.
Tá tosað verður um røkt, verður oftast tosa um sjúkrarøktarfrøðingar, alt gott um tað.
Tað eru tó eisini onnur sum luttaka í røktini, og vit hava øll tørv á fakligari viðurkenning. Sum dømi vil eg vísa á Barakkina á LS, eisini nevnd pleygudeildin og E2/E3 ”kært barn har mange navne”. E3 var ein sera góð uppvenjingar deild fyri heilaskødd, ein apopleksi deild. E2 var ein røktardeild, har ið fleiri røktarstarvsbólkar starvast lið um lið. Millum annað var ein stórur partur av stápinum sjúkrahjálparar. Tær vóru gagnnýttar til fulnar og teirra partur lá ikki eftir.
Tá sparingar vórðu framdar á LS fyrst í hálvfemsunum, vóru tað mest sjúkrahjápararnar, sum máttu lúta. Tað meini eg, var ein stórur missur fyri LS.
Samanlegging av fleiri fakbólkum.
Sjúkrahjálparar, pleygarar, ítrivsvegleiðarar og røktarheimsasistentar eru útbúgvingar mann hevur valt at leggja saman í tær nýggju útbúgvingarnar, sum nú eru heilsuhjálparar og heilsurøktarar.
Um mann frammanundan hevur ein av teimum nevndu útbúgvingunum, og velur at fáa sær heilsurøktaraútbúgvingina, kann hon takast upp á styttri tíð í Danmark.
Góðkenna ta gongdina sum verður.
Tað er sera gott at vit hava fingið ein landsstýrismann í almanna- og heilsumálum sum sær allar røktarstavsbólkarnar, og ætlar at teir vera gagnnýttir til fulnar.
Vit hava fingið ein heilsuskúla í Suðuroy, sum útbúgvir heilsuhjálparar og heilsurøktarar, og í Føroyum eru færri av røktarstarvsfólkum enn í okkara grannalondum, so skilagott hevði verið at fingið fleiri inn til útbúgvingarnar. Bæði sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.