Avgreiðslan á Akstovuni verður kortini ikki stongd, soleiðis sum tey annars boðaði frá fríggjadagin.
Tað hevur elvt til misnøgd, at Akstovan hevur boðað frá, at avgreiðslan verður stongd, soleiðis at tað ikki ber til at taka koyrikort ella at skráseta nýggjar bilar.
Og á tíðindafundi í gjár, gjørdu myndugleikarnir greitt, at samfelagið skuldi ikki latast aftur – og tað skal Akstovan heldur ikki.
Og nú í morgun boðar Akstovan so frá, at tey hava opið, men at virksemið verður avmarkað.
Tó verða bilar ikki kallaðir til sýn hesa tíðina, og annað virksemið verður eisini avmarkað.