Hæddarpunkt og samanumtøka: Fleyr-Mjølnir 3-1

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Fleyr-kvinnur vunnu 3-1 á Mjølnir, og hoyr Magnus Tausen taka samanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Óli G. Samuelsen, frásøgumaður segði frá teimum avgerandi bóltunum í dystinum í bólki 2 í steypakappingini hjá kvinnum í flogbólti millum Fleyr og Mjølnir. Fleyr vann dystin 3-1 við settmuninum 25-22, 25-22, 22-25 og 25-20. Fyri einari viku síðani vann Mjølnir 3-0 á KÍF í Kollafirði, og komandi sunnudag spæla KÍF og Fleyr í Kollafirði.

 

2) Hoyr Magnus Tausen taka samanum hvørt settið, og hoyr hann taka samanum dystin, og spennandi gongdina í bólki 2 í steypakappingini.

 

Magnus Tausen, sum er formaður í flogbóltssambandinum stórfegnast um tann góða dystin kvinnurnar hjá Fleyr og Mjølnir spældu í dag, sum var ein framúr góðskustempling hjá føroyskum flogbólti.